Ókent árstal
Nummar: 6139F0082Ár:
Staður: Kollafjørður
Høvi:
Á mynduni: Sildaverksmiðjan hjá Kristjan Holm á Langasandi stóð liðug 1. mai 1939. Hann hevði keypt brúktar maskinur, sum riggaðu væl. Fabrikkin, sum hon var nevnd, var ikki í drift meira enn eitt ár í fyrstu syftu. Bretar góvu ikki sildaskipunum loyvi at halda fram við fiskiskapinum undir krígnum.
Virksemið var tikið uppaftur aftan á kríggið og helt fram til umleið 1960, tá bygningarnir gjørdust verkstaður hjá Landsverkfrøðinginum.
Myndatakari:
Lati KB myndina: Poula Christiansen

Myndir frá: Ókent árstal
Rætting ella leggja avtrat?
Hjálp okkum við at fylla út uppslýsingar um myndurnar