Privatlívspolitikkur

Kollafjarðarbygdarsavn

heimasíða: kbsavn.fo

teldupostadressa: [email protected]

Hvørjar persónligar upplýsingar savna vit og hví?

Viðmerkingar

Tá vitjandi skriva eina viðmerking á kbsavn.fo, kunnu tey velja at rita inn við Facebook. Sí privatpolitikkin hjá Facebook – trýst her.

Ein duldur strongur frá tíni teldupostadressu, ið eisini nevnist eitt ‘hash’, verður sendur Gravatar-tænastuni til tess at kanna, um tú nýtir hesu tænastu. Privatpolitikkurin hjá Gravatar finnur tú her: https://automattic.com/privacy/. Tá ið tín viðmerking er góðkend, verður tín Gravatarmynd sjónlig saman við tíni viðmerking.

Miðlar

Um tú sendir okkum myndir, er best um tú strikar (EXIF GPS)-dáturnar, ið liggja í myndini. Ferðandi á alnótini hava møguleika at taka fílur niður og kunnu tá síggja, hvar tú ert, út frá EXIF GPS-dátunum. Tá ið tú sendur okkum miðlar, váttar tú, at tú hevur heimild til at geva okkum loyvið at vísa tær á kbsavn.fo

Samband

Sendir tú okkum boð á heimasíðuni, goyma vit upplýsingarnar, ið tú skrivar: Teldupostadressu, navn og boð tíni. Um tú ynskir, at vit strika tínar upplýsingar og/ella viðmerkingar, skriva tá vinarliga til okkum á [email protected]

Cookies

Cookies eru tekstfílur, ið verða goymdar á telduni. Hetta er fyri at gera tað lættari og skjótari hjá vitjandi at nýta síðuna. Um tú t.d. skrivar eina viðmerking á heimasíðuni, kanst tú velja at goyma tína teldupostadressu og navn. Sostatt sleppur tú frá at skriva alt av nýggjum, hvørja ferð tú skrivar eina viðmerking. Um tú ikki strikar cookies í kaga tínum, verða tær goymdar í 1 ár.

Innihald frá øðrum heimasíðum

Greinar á kbsavn.fo innihalda møguliga video, myndir og leinkjur til aðrar heimasíður. Hesar heimasíður nýta egnar cookies og kanna møguliga eisini tína nýtslu av heimasíðu teirra. Um tú trýstir á eina leinkju til aðra heimasíðu, umsitur vit ikki innihaldið ella heimasíðuna, tú vitjar.

Analytics

Vit nýta Google Analytics og aðrar tænastur frá Google. Hetta til tess at menna heimasíðuna.

Hvønn deila vit upplýsingar við?

Vit taka trygdaravrit av heimasíðu okkara. Hesi trygdaravrit verða deild við heimasidur.fo. Trygdaravritini verða tó strikað javnan.

Hvussu leingi goyma vit persónligar upplýsingar?

Um tú skrivar eina viðmerking, verður hon goymd í óavmarkaða tíð.  Hetta verður gjørt, so tú kanst dagføra og stovna nýggjar viðmerkingar automatiskt.

Hvørji rættindi hevur tú í mun til tínar persónligu upplýsingar?

Um tú hevur skrivað eina viðmerking ella sent okkum annað tilfar, ið tú ynskir strikað, kanst tú senda okkum ein teldupost og biða um at fáa tilfarið sent aftur til tín ella strikað.

Hvar senda vit tínar dátur?

Vit nýta recaptcha-funkuna fyri at verja heimasíðuna ímóti spam.

Hvat gera vit fyri at tryggja tínar persónligu upplýsingar?

Okkara heimasíða er vard við einum SSL-certifikati og Firewall.

Automatiskar avgerðir og profilering

Kollafjarðarbygdarsavn er ein ábyrgdarfullur stovnur og tekur ongar automatiskar avgerðir tína vegna og selir ikki tínar persónligu upplýsingar til triðja part.