Tíðarskeið: 1900-1909

Nummar: Róðuri á Gudrun
Heiti á lutinum: Róður
Nær er luturin frá: 1884
Hvar var/er luturin brúktur: Umborð á Gudrun
Hvør hevur møguleika at evna til: Smíða í Hull, UK í 1884
Hvør hevur átt lutin: Sluppin Gudrun varð smíða í Hull, UK í 1884 og upprunaliga var hon nevnd City of Manchester H1382. Mortan Mørk o.a. keyptu hana til Havnar úr Íslandi í oktober 1917 har hon varð nevnd Gudrun TN 6. Í 1919 varð hon seld til Klaksvíkar og skrásett sum Gudrun KG 243. Síðani vóru hesir eigarar av Gudrun: 1921 Guttorm Olsen, Oyndafjørður 19?? Gudmund Frederik Hendriksen 1935 Vilhelm Vilhelmsen, Syðradalur Eftir at Gudrun varð løgd í 1973, keypti grunnurin Norðoyarsluppin í Klaksvík skipið at varðveita, men har spurdist onki burturúr. Seinni keypti Jógvan Petersen í Vestmanna ella Jógvan á Sev, sum vestmenningar nevndu hann, skipið. Gudrun varð sleipað til Vestmanna, har hon varð løgd í 1979 , og skrásett VN 484. Gudrun varð søkt í Vestmannasundi í desember 1982.
Lati KB lutin: Jógvan Petersen í Vestmanna ella Jógvan á Sev
Aftur til savn

Rætting ella leggja avtrat?

Hjálp okkum við at fylla út uppslýsingar um myndurnar