Lúka 2

Jarðarferðstalan

6139F0175

Jarðarferðstalan

Ein eldri søga í Kollafirði, er um ein prest, sum kom í síðstu løtu at halda jarðarferð, hjá eina eldri konu av Signabø. Tá prestur kom til kirkjuna sótu fólk og bíðaðu eftir honum.

Prestur kendi ikki konuna persónliga og hevði ikki fingið upplýsingar um hana, tó so hann visti hvussu hon æt.

Tí ikki var lætt at halda eina viðkomandi jarðarferðstalu. Hann hugsaði at nú taki eg bíbliuna og lati hana upp um miðjuna og so haldi eg taluna út frá tí teksti, sum eg komi niður á.

Presturin so gjørdi og teksturin var ólukkutíð "fiskiveiða Pæturs". Nú vóru góð ráð dýr, men ein ætlan er ein ætlan og hon má haldast og presturin orðaði eina talu útfrá fiskiveiðu Pæturs.

Prestur hugsaði eftir jarðarferðina, at fólk mundu halda, at tað var undarligt at tala um fiskiveiðu til jarðarferðina, hjá eini eldri konu.

Men eftir jarðarferðin komu fólk til prest og takkaðu honum fyri taluna. Hesum hevði prestur ikki rokna við, men tað vísti seg, at konan sum hann hevði hildið jarðarferðstalu fyri, hevði róð nógv út við pápa sínum. Haraftrat var hon dagliga á fjørðinum við jollu síni og fiskaði bæði við snøri og gørnum.

Ovara myndin er av Kollafjarðar Kirkju

Niðaru myndirnar eru av Signabø
Aftur til Jólakalendaran