Lúka 8

Hugsa sær um vit áttu Jan Mayen í dag?

6139F0295

Hugsa sær um vit áttu Jan Mayen í dag?

Í 1921 søkti Jósup Hansen (beiggi Marionnu, konu Pól í Homrum) og nakrir kollfirðingar um stuðul til rannsóknarferð til Jan Mayen. Sýslumaðurin fær umsóknina frá fútanum til ummælis.

Hann sigur, at tá minst 4 av umsøkjarunum eru til skips, so er ikki ætlanin, at ferðin verður gjørd í ár. Hann leggur afturat, at formaðurin er handilsmaður, og hinir umsøkjararnir eru vanligir fiskimenn, sum ikki hava nakrar serligar førleikar til eina slíka ferð.

Jósup fær ikki tey bestu ummælini frá sýslumanninum. Hann hevur tvey tey seinastu árini havt handil í Kollafirði, og har hevur hann víst stórt ódugnasemi, so sýslumaðurin metir hann at vera heilt óskikkaðan at vera formaður fyri eini slíkari ferð.
Annars helt sýslumaðurin, at høvdu tað verið væl skikkaðir umsøkjarar, so var tað ikki óhugsandi, at almennur stuðul átti at verið veittur til eina slíka kanningarferð. 1. Teir, ið ætlaðu at gera ferðina vóru Jósup Hansen, Sámal Petur Petersen, Emil Petersen, Niklái Petersen, Petur Elias Debes, Jákup Martin Djurhuus, Sámal Andreas Djurhuus og Sámal Petur Thomsen. 2.

Jan Mayen var eitt ongamannaland í 1921. Men í 1922 hertóku normenn Jan Mayen og í 1930 var tað formliga ein partur av norska kongaríkinum og viðførir tí teimum, eitt sera stórt ríkidømi í dag.

Um ransóknarferðin hjá kollfirðingunum varð játtað í 1921 og teir gjørdu álvara av at fara til Jan Mayen, ja so kundu Føroyar møguliga havt eitt nógv størri hav- og fiskiríkidømi í dag.

1. Kopibók hjá sýslumanninum
2. Samrøða við S. P. Petersen í Útvarpinum


https://da.wikipedia.org/wiki/Jan_Mayen

Aftur til Jólakalendaran