Lúka 15

Skermarnir á Sornfelli

Skermarnir á Sornfelli

Umframt Nato støðina í Mjørkadali, við radarum í kuplum á Sornfelli, so høvdu Amrikanarar eisini stórar skermar nevndir NARS 43 staðsettar har, teir vóru partur av Norður Atlantiska Radio Systeminum og vóru uppsettir undir kalda krígnum 1959-60 – og vóru virknir til 1992.

Hesir skermar mundu vera ógvuliga sterkt bygdir, tí teir hava tikið ógvuliga nógvan vind á seg, tí Sornfelli er eitt tað vindharðasta staðið í landinum.

Tað hendi seg eisini meira enn eina ferð at kuplarnir fingu skaða í vindi, skermarnir eru niðurtiknir og í dag standa bert 2 kuplar eftir á Sornfelli.

Men nú eru tingingar aftur um nýggja dupping.

Kollafjarðar Kommuna, hevði eitt vist samstarv við Natostøðina, tað vit sum børn sóðu til samstarvið, var tá vit høvdu skúlagongd í Innistovu, tá plagdu vit at eygleiða Nato menninar, sum gjørdu fimleik í fimleikarhøllini.

Tað hevur ikki verið tespiligt at koyrt eftir oyggjarvegnum og niðan á Sornfelli tá, sum myndirnar vísa, sum Christian Holm Jacobsen hevur tikið, sæst Essu bilur hansara har í kava.
Fleiri myndir eru niðanfyri.

So er tað søgan um Kollfirðingin, sum koyrdi eftir oyggjarvegnum við einum lasafari av einum bili og var steðgaður av politinum. Bilurin var í sera vánaligum standi og hevði hol í dúrkinum. Politisturin peikaði á holið í dúrkinum, og spurdi Kollfirðingin hvat er hattar fyri nakað ????

Jú tað skal eg siga tær, HATTAR ER OYGGJARVEGURIN 😊

Aftur til Jólakalendaran