Lúka 20
Telefonstøðir

Telefonstøðir
Telefonstøðirnar hava húsast ymiska staðni í bygdini.
Tann fyrsta telefonstøðin í Kollafirði var á Oyrareingjum í 1906, og var hon liður í fyrstu telefonlinjuni í Føroyum, sum Ólavur á Heygum úr Vestmanna gjøgnumførdi.
Linjan var millum á Heygum í Vestmanna og í Geil í Havn. Millum hesi støð, vóru haraftrat telefonstøðir hjá Óla Jacobsen í Kvívík, hjá Óla Kristian Debess bónda á Oyrareingjum og Hans Bærentsen bónda á Sundi.
Síðani hevur telefonstøð verið á Todnesi, undir Heygnum, á Miðgeri og til seinast í Líðini hjá Kalu og Ludda.
Mær er fortalt, at tá fyrsta telefonsambandið var inn í Eysturoynna, var bert ein linja. So tá omma, skuldi tosa við familjuna í Syðrugøtu, fór hon á telefonstøðina við stokkum, tí hon kundi rokna við at skula sita ein heilan dag, og bíða til linjan varð tøk.
Nógv telegram vóru eisini skrivaði á telefonstøðunum, bæði til hátíðardagar og við góðum og við minni góðum tíðindum.
Haraftrat skuldu starvsfólk á telefonstøðini við telefonboðum í bygdini og tá var ofta súkklan brúkt, tí bygdin er long.
Kala og Luddi í Líðini høvdu telefonstøðina frá 1952 til automatstøð var uppsett í 1975.
Tey, sum sótu á telefonstøðini arbeiddu skjótt, tú kundi bert taka hornið og snara og siga hvønn tú vildi tosa við, tí tey mintust øll telefonumrini í bygdini og sett linjurnar hegnisliga saman.
Ja, tey vóru sannnar livandi telefonbøkur hildu vit og í dag nýtist okkum heldur ikki at kenna telefon nummrini hjá fólki, vit rópa bert á telefonina, so ringir hon fyri okkum og vit kunnu tosa suður í Vág og um pávin doyr, so vita vit tað beinan vegin og vit kunnu síggja tey syrgja í Rom.
So eftir einum degi, var ikki tørvur á manuellari telefonstøð og síðani hevur útviklingurin verið, tann rami gandur.
Á myndini sæst Luddi sita og taka telefonina og siga: "Støðin"
Á myndini niðanfyri frá 1975, verður automatstøðin í Kollafjarðardali tikin í nýtslu. f.v. Ida F. Hansen, Ebba Múller, Heidi Petersen og Poula Christiansen.