Lúka 18

At svimja hevur altíð verið nakað, børnum dámar væl.

0035-2

At svimja hevur altíð verið nakað, børnum dámar væl.

Og hóast svimjihallir ikki vóru nógvar fyri 60 árum síðani, bar til at svimja í so at siga hvørjari bygd, tí áir runnu allastaðni. Tá veðrið blíðkaðist og lýðka var komin í luftina, fóru størru skúladreingirnir við spaka niðan í Tróndará at demma svimjihylin.

Og tá klárt var, kundu vit altíð fara niðan við svimjiklæðum undir arminum at svimja, og har høvdu vit mangar góðar og stuttligar løtur. Hylurin var í okkara hugaheimi so sera góður, hóast hann var bæði skitin og grumsutur. Ikki var hann djúpur, men tó bar væl til at svimja, hóast knøini onkuntíð skurslaðust, tí tey tóku botn.

Tað var ikki minni spennandi, tá skiftast skuldi, tí gentur og dreingir høvdu hvør síni pláss til umklæðing, og so var bara at krógva so frægt, sum til bar, tí lúrarar vóru ofta aftan fyri steinarnar. Og eg haldi, at genturnar vóru líka ídnar sum dreingirnir at lúra. Minnist eisini mína fyrstu svimjidrakt. Omma hevði bundið hana. Tá hon gjørdist vát, varð hon so sera tung (uppi á turrum), og skrevið hekk niðri á knøunum, men lukkutíð vóru vit ikki so forfeingilig. Eisini festist mosi á hana í svimjihylinum, so aftaná svimjing mátti draktin nappast, so hon var klár til næstu ferð.

Nevnast kann eisini, at tá í tíðini kom ongantíð upp á tal at fara niðan í Deyvhyl at svimja, tí har var lívshættisligt at fara. Søgur vóru um, at eina ferð var drongur druknaður har, og hann var sogin í eitt hol í hylinum, sum gekk heilt oman til kirkjuánna, og har var hann komin útaftur. Men vit fingu ongantíð at vita, hvør hesin var.

Helst var hetta ein máti at halda okkum burtur haðani, tí hylurin var so djúpur. Vit fóru heldur ikki út um í kirkjutíð, tí so kom Ólamuan eftir okkum, og á brúnna fóru vit heldur ikki einsamøll, tí har kom Klappus eftir okkum. Tað var pedagogikkurin tá, og hann riggaði bara væl, tí neyvan hevur nakar okkara verið forfylgdur av marrudreymum av hesum orsøkum.

Á veg omanaftur frá svimjingini var eitt ból ella gomul, laðað grund, og har bygdi nógvur stari reiður. Vit steðgaðu á dagliga at vita, hvussu gekst við klekingini, og tað gjørdi okkum ikki mun, um armurin bleiv tann bera skræpa, tí reiðrini vóru nokk so skitin. Hugsi ikki, at bakteriur hava verið so skrappar tá, ella hava vit bara havt gott mótstøðuføri.

Sí fleiri myndir niðanfyri.
Aftur til Jólakalendaran