Lúka 19
Runukøkur

Runukøkur
Myllutunguáin var eitt satt paradís hjá okkum, eins og so nógv onnur støð, sum ikki vóru órógvað av bulldosarum. Í henni høvdu vit hvørt summar bakarí – og har vóru teir flestu og teir størstu állarnir.
Helst kom íblásturin til hesi bakaríini frá bakaranum, sum jú var beint innanfyri okkum. Hann hevði sanniliga nógv gott á sølulistanum, sum vit væl kundu hugsað okkum at fingið afturvið einum drekkamunni, men tað var ikki hvønndagskostur at fáa bakstur haðani. Tó skal sigast, at bollarnir og pannukøkurnar frá mammu eisini smakkaðu sera væl, so vit liðu nokk onga neyð.
Tá eyguni viðhvørt mugu hyggja langt eftir onkrum, setir tað kanska hugflogið í sving til at fara undir egna framleiðslu. Og tað var tað, sum hendi í ánni, tí pengar vóru ikki so nógvir millum hendurnar á børnum tá, sum teir eru nú. Vit funnu okkum hvør sína”hill” í ánni, sum var okkara bakarí, og so ráddi um at gera so nógvar køkur og ymiskar, sum til bar, tí vit fingu jú kundar á dyrnar, tá liðugt var at baka, og pengarnir, sum brúktir vóru, komu frá pengablomstrinum.
Eyrurin, sum vit fingu úr áarbakkanum, var serstakliga vælegnaður til runukøkur. Góðskan var av tí allarbesta, og vit kundu elta og forma so nógv, vit vildu, ja, hann var sum leirur at fáast við, og køkurnar gjørdust bæði fastar og flottar, og so leskiligar, at mangan ynsktu vit, at til hevði borið at etið tær.
Vit plagdu eisini at fáa ella stjala uppskriftir frá hvørjum øðrum, tí viðhvørt gjørdist úrvalið heldur einstáttað. Men tá íblásturin var upp á tað mesta, vóru ógvuliga ymiskar og vakrar køkur í bakaríunum. Pyntið, vit brúktu, var alt úr bønum, og har vuksu nógvar vakrar blómur. Kanska eru tær enn har, hóast órógvaðar av útbygging, men áin er nógv broytt.
Tó – kanska skuldi eg leitað mær eitt sindur longur niðan fyri at uppliva farnu tíðina aftur, tí uppi í Odda er vist alt við tað gamla.
https://kbsavn.fo/myndasavn/6139f0806/