Lúka 21
Tá var ongin skúlabussur

Tá var ongin skúlabussur
Ja, hvussu komu vit í skúla? Foreldur okkara høvdu jú ikki bil. Jú vit gingu ella súkklaðu í skúla og um veturin brúktu vit eisini sparkara.
Og tað var ikki lukkuligt, um vit súkklaðu í skeivari síðu á veg í skúla, tí so kundu vit rokna við at vera eftirsett í fríkorterinum.
Og vit fóru í skúla í so at siga øllum veðri, eisini í regni, stormi og kavaroki. Tað kom næstan ikki upp á tal, at setast aftur. Mamma plagdi at siga um tað var nógur vindur og hvirlur, so kundi eg seta meg, í veg grøvina í ovaru síðu á vegnum, at kroka.
Tað var bert um stórkavi var, og tað hevði klaka illa og ljósi var farið, at tað kundi henda, at vit ikki fóru í skúla, tí tað var kalt og onki ljós í skúlanum. Tá var primusurin tendraður heima hjá okkum og kynt varð í oljufýringini. Vit hildu okkum øll í køkinum, tí har var heitast. Eg helt hesar løtur vera so hugnaligar, hoyri surri av primusinum fyri mær enn.
Tá vóru ongar telefonir ella fartelefonir og ongir FB lærara/foreldra bólkar, sum skúli og heim kundu samskifta við, so boð ella skundboð kundu vera givin.
Minnist einaferð, at tað var stórkavi, so at tað ikki var koyrandi. Vit hugsaðu at nú kundu vit vera heim og spæla í kavanum, skreiða og bumsa skalv. Men nei! lærarin sum vanliga koyrdi bil, kom pressandi við longum fetum, eftir bygdarvegnum í høgum gummistilvum. Tað var ikki lætt hjá okkum at ganga í hansara sporum í høga kavanum. Men var lærarin farin í skúla, so fingu vit ikki frí, og vóru noydd at fara aftaná honum.
Vit høvdu ikki fín og dýr Gore-tex klæðir, sum vit hava í dag, nei tað mundu vera tey ullintu klæðini, sum hjálptu okkum at halda hitanum.
Tey sum búðu inni í Firði, á Signabø og frammi í Dalinum sluppu við skúlabussinum, men vit í Líðini sluppu ikki við bussinum. Tað man eisini ofta hava verið ótýdligt hjá skúlabørnum úti í bygdini og hjá teimum norðuri í Sundunum, at ganga og súkkla í skúla, er tað veður ringt inni á fjørðinum, so er Kjalnestangi veðurringur.
Men tað kom fyri at vit sluppu uppí heystavognin hjá Óla Kristian Dam, tá hann fór at geva seyðunum, sum hildu til við bólini um veturin. Tað vóru nakrir deiligir túrar, tað luktaði so væl av turrum hoyggi.
Nú er alt bara minnir 😊 og ikki so lætt hjá teimum ungu at skilja.
Á myndini omanfyri: Kavamynd úr Líðini
Á myndini niðanfyri: Jóhannus Dam (1902-1986) og Óla Christian Dam (1930-2009) í Innibø í hoyna