Lúka 23
Fjøran

Fjøran
At ganga í fjøruni var eisini undirhald fyrr í tíðini, og har funnu vit altíð okkurt spennandi. Nokk so nógv órudd rak upp á land, tí yvirhøvur vórðu ruskspannir stoyttar í ánna ella á sjógv – men tó var burturkastið ikki í teimum nøgdunum, sum brennistøðirnar taka ímóti í dag. Aftrat øllum tí løgna, ið har var at finna, vóru krabbar, krabbagággur og ósaskrubbur í stórum tali inni við land og í ósanum.
Á lítlu brúgv settu vit krabbalínur dagliga um summarið, og tað var mikið spennandi at taka línuna upp, tí ikki altíð eydnaðist at fáa fatur í øllum krabbunum, sum vóru komnir á línuna. Oftast vóru tað skrubbur, ið vit fiskaðu á stóru brúgv, vit høvdu sum agn, men viðhvørt fingu vit eitt toskarhøvd frá onkrum, sum hevði verið á floti. At krabbastovnurin ikki varð oyddur tá, er kanska løgið, tí nøgdin var stór, sum endaði í baljuni hjá okkum. Og sjálvandi livdu krabbarnir sum vera man ikki tað sama lívið í baljuni sum á sjónum, so tað doyði skjótt burturav. Tá tóku vit ofta skelina og løgdu hana í sólina, so hon kundi skifta lit og blíva so øgiliga flott 😊 Men um tær nakrantíð vórðu brúktar til stórvegis prýði, ivist eg í.
Teir lítlu krabbarnir, sum vit fangaðu undir steinum, og sum vóru so øgiliga fittir, vórðu eisini í vanda fyri at verða oyddir. Hesir fingu tó sum oftast eina virðiliga jarðarferð, tá teir doyðu. Haldi, allir teir smáu krabbarnir eru jarðaðir í svávuldósum uppiyvir sodnhúsinum hjá ommu – við síðuna av steininum, sum var hestur okkara tá í tíðini 😊
Nýggi skúlin stóð í gerð, og har varð sprongt, so hesir leidningarnir, brúktir verða til løðing, lógu í rúgvuvís og sløddust, so vit samlaðu eitt sindur av teimum saman og bundu blómukransar til hesar seremoniirnar, vit høvdu fyri deyðu krabbunum. Og so sungu vit onkran sang eisini – bara onkran, vit dugdu. Haldi, at onkuntíð var tað Lítla Elsa ella Renn avstað, tú skalt í skúla, meðan aðrar dagar kundi tað vera sálmurin Túsundtals einglar.
Hugflogið hevði frítt spæl, og hóast veðrið helst eisini tá viðhvørt hevur verið ringt um summarið, so haldi eg fyri vist, at løturnar úti hava fest seg betur í minnið enn tær innandura.
https://kbsavn.fo/myndasavn/0036-1/