Lúka 24

Hugleiðingar um jólaaftan

Hugleiðingar um jólaaftan

Í dag eru jólamenn at síggja, til øll møgulig tiltøk allan desember mánaða.
Men, soleiðis var ikki tá eg var barn, eg sá ongan jólamann, eg hoyrdi bert um teir í søgum og sangum. Tó kom jólamaður jólanátt meðan eg svav, og koyrdi nøkur bomm og eitt súrepli í hosu mína, sum eg hevði hongt á songarstokkin.

Tað var í roynd og veru náttúran, sum gav boð um hvar jólamaðurin húsaðist. Tá hann lá av norði við nógvum vindi, runnu fossarnir á Signabø uppeftir, ja tá kókaðu jólamenninir greyt. Og tá tað roðaði yvir Skælingi, ja tá vóru tað klæðini hjá jólamonnunum, sum litaðu luftina, ja alt hevði eina forkláring.

Í skúlanum hoyrdu vit góðar jólasøgur, og so skuldu vit duga fleiri jólasálmar, nakrar uttanat. Tá tað kemur til jólapynt innan skúlagátt, er eisini nógv broytt, tí tá vit gingu í skúla, kom tað ikki uppá tal, at heingja pynt upp í skúlanum, nei tað skuldi ikki vera nakað, sum órógvaði innlæringina.
Tó so, eitt undantak var, tí tá vit gingu í 1. flokki í 1970, kom lærarinna okkara Bjørg Fjalsbak, við einum Jóla- kalendara, við hosum úr fylti, sum hon sjálv hevði gjørt. Vit fingu hvør sína hosu við smartis bommun. Hosan er goymd, og kemur upp at hanga á trænum hvørt ár, sum myndin vísir.

Men tíðin gekk bara so seint jólaaftan, tað var so leingi at bíða, til vit skuldu pakka upp.
Vit ótu altíð ræstan fisk og speril á miðdegi, tað ljóðar møguliga ikki so forkunnugt, men tað er og var tað fyri meg. Tað eru ofta smakkir og luktir, sum fáa okkara tankar at minnast nakað serligt, og soleiðis er við sperlaroyki, tá eg føli hann, fara minnir míni til jólaaftan.

Vanligt var at fara í kirkju kl. 5 seinnapartin. Á sum kirkjan var vakurt pynta, við føroyskum og donskum fløggum, granni og livandi ljósum. Og altartalvan bleiv so livandi á jólum, sum um Maria og Jesus barni komu út úr myndini. Og tá vit sungu Gleðilig Jól, tá frøddist mítt barnahjarta, tí nú vóru umsíðir jól.

Tá vit komu heim, var jólatræðið pynta, tað var so stuttligt at síggja alt pynti aftur, jólakúlurnar sum vit høvdu fingið frá kenningum av flatlondum, tey føroysku fløggini, tær flattaðu kurvarnar og kræmarhúsini. Vit ótu ikki døgðura um kvøldið, minnist tað, sum um at vit oftast fingu turkaði riv og breyð, tað er eisini góður matur.

Síðani dansaðu vit um jóltræðið og so umsíðir skuldu vit pakka upp. Ikki tí at gávurnar vóru so nógvar og ikki stórar. Í pakkunum vóru møguliga nøkur pløgg, sum mær manglaði og møguliga ein bók ella ein leika. Haraftrat var altíð ein føst jólagáva frá ommusystir. Tað var eitt par av stórum prikkutum undirbuksum við lodnari rangu. Tað var ikki so spennandi gáva hugsaði eg, kundi hon ikki funnið uppá okkurt annað, onkuntíð ?

So var farið í song, eg ætlaði mær ikki at sovna fyrr enn jólamaðurin var komin, men tað eydnaðist ongantíð. Tá eg vaknaði Jólmorgun, hevði jólamaðurin verið og koyrt í hosuna.



Gleðilig Jól og takk fyri í ár. Takk til tykkum, sum hava hjálpt til við upplýsingum. Ein serstøk tøkk til Ingun Joensen, fyri hennara frálíku søgur.



Vegna


Kollafjarðar Bygdarsavn

Marjun Jógvansdóttir




Aftur til Jólakalendaran