Tíðarskeið: 1900-1909

Nummar: Song av Suðurpólinum til Kollafjarðar
Heiti á lutinum: Song
Nær er luturin frá: 1903
Hvar var/er luturin brúktur: Suðurpólinum/Signabø/Norðuri í Sundunum
Hvør hevur møguleika at evna til: ?
Hvør hevur átt lutin: Tá lutir av hvalastøðini á Signabø vórðu seldir á uppboði í 1928 og 1929 keypti Palli Joensen (1909 – 1996) songina á myndini. Songin skuldi hava fylgt við formonnunum á støðini frá hvalaveiðu í Suðuríshavinum. Songin er gjørd úr eik, og hon er gjørd soleiðis, at hon er løtt at taka sundur og seta saman. Hvalastøðin á Signabø var virkin 1903 – 1912. Tað var felagið Verdande, sum átti støðina og høvuðseigari var normaðurin Albert Grøn. Leiðari á støðini var norðmaðurin Karl August Krømke. Palli búði um hetta mundið, tá hann keypti songina, Norðari á Gørðum í Sundunum, har hann lutvíst var uppvaksin hjá ommuni og abbanum, Súsonnu og Sámal á Gørðum. Síðst í sekstiárunum seldi Palli Joensen húsini til bróðurin Adrias Joensen, í sjeytiárunum seldi Andrias Joensen húsini til Herálv Geyta, Otto Joensen keypti húsini á Norðaru Gørðum frá Herálvi í áttatiárunum. Songin hevur verið í varðveitslu hjá Høgna Joensen síðan húsini á Norðaru Gørðum blivu seld í sekstiárunum.
Lati KB lutin: Høgni Joensen læt Bygdarsavninum songina í varðveitslu í 2023
Aftur til savn

Rætting ella leggja avtrat?

Hjálp okkum við at fylla út uppslýsingar um myndurnar