Tíðarskeið: 1900-1909

Nummar: Trekkibonkur – smíðaður frammi við Gjónna
Heiti á lutinum: Trkkibonkur
Nær er luturin frá: 1840 ?
Hvar var/er luturin brúktur: Frammi við Gjónna og við Gjógv
Hvør hevur møguleika at evna til: Jákup Poulsen, við Gjónna, føddur í 1758
Hvør hevur átt lutin: Jógvan Christiansen (1921-2017) , er skrivað 9/9-1995: Kristian Hansen (á Rætt) við Gjógv, føddur í 1808, lærdi til jarnsmíð hjá abba sínum, Jákup Poulsen, við Gjónna, føddur í 1758. Jákup Poulsen var tá avtakandi á Miðgerði í Kollafirði. Tá ið Kristian á Rætt kom aftur til Gjáar, hevði hann hendan trekkibonkin við sær. Trekkibonkurin hevur síðani tá verið á Rætt við Gjógv til eg, Jógvan Christiansen, langabbasonur Kristian á Rætt, fyri nøkrum árum síðani tók hann við mær aftur til Kollafjarðar. Tá eg var smádrongur, var trekkibonkurin í brúkiligumstandi. Sum tað sæst, hava vit verið nakað harðligir við hann. Eisini eru boltar og naglar, sum hildu skrúðigreiðunum rustaðir burtur, so at tær duttu sundur og eru sløddar burtur. Tað sum eg haldi vera tað mest áhugaverda við trekkinbonkinum er tað, sum hann er gjørdur av. Bonkurin sjálvur er eyðsæð gjørdur úr tilfari av einum gomlum skipi – møguliga einum skipsvraki. Endarnir eru gjørdir úr rekaviði.
Lati KB lutin: Jógvan Christiansen (1921-2017)
Aftur til savn

Rætting ella leggja avtrat?

Hjálp okkum við at fylla út uppslýsingar um myndurnar