Lúka 7

Hálvbrotið

Hálvbrotið

Í Kollafirði hava nakrir útlendingar búsett seg gjøgnum árini og fleiri teirra hava lært seg føroyskt.

Tað er ikki bara sum at siga tað at læra føroyskt, so man skal hevur virðing fyri teimum, sum hava hava lært seg føroyst og haraftrat hava roynt at tosa tað.

Avbjóðingin hjá nøkrum teirra hevur verið, at teir hava ikki verið so lættir at skilja. Og tað føroyska bendingarsniði er ikki lætt hjá okkum og uppaftur verri hjá útlendingum at læra.
Orðavalið kann eisini vera ein blanding av teirra móðurmáli, við føroyskum vendingum.

Her er eitt dømið, sum nokk fleiri hava hoyrt fyrr:

- Joannes på rad - Jóannes á Rætt
- er du så frad - ert tú so fragur
- at du kann komme - at tú kanst koma
- at hjælpe - at hjálpa
- Birite Marie - Biritu Mariu
- forde - tí
- hun har kurslet sig i kukken - hon hevur skursla seg í tjúkkan


Hendan søgan kemur vónandi ikki undir happing, men vísir hvussu avbjóðandi tað kann vera at koma til onnur lond, vit kenna tað nokk øll sjálvi, tá vit hava verið uttanlands, t.d. hava flestu av okkum roynt at gjørt føroysk orð og vendingar til danskt.


Hoyrdi um ein Kollfirðing, sum var farin til Danmarkar at búgva eina tíð og var farin at spæla fótbólt við einum donskum liði.

Hann fortaldi venjaranum, at hann hevði købt nye gagger (fótbóltsstylvar).

Ein dagin til venjing segði hann við venjarin, at hann hevði fingið leverhug (sidestik).

Stakkals venjari var ógvuliga skelkaður, tá drongurin ein dagin kom haltandi til venjing og segði at fekk ikki vant, tí hann hevði kogt benet (vredet om).


Tað eru nokk fleiri líknandi søgur :-)
Aftur til Jólakalendaran