Lúka 10

Á Kjalnesi fyrst í 1930-unum.

Á Kjalnesi fyrst í 1930-unum.

Frá 1657 hevur Kjalnesgarður hoyrt til prestaembætið í Norðstreymoy.

Stundum hava prestar búð á Kjalnesi og annars havt tilhaldsstað har, tá teir vóru á umreisu.
Prestarnir høvdu uppsitarar fyri seg á Kjalnesi til 1939, tá garðurin gjørdist festigarður.

Húsini til vinstru á myndini eru prestahúsini, sum um hetta mundið, tá myndin er tikin, vóru hoyggjhús.

Stutt aftan á, at Sámal legði frá sær sum uppsitari í 1932, vórðu gomlu prestahúsini tikin niður.

Fremst er fjósið og síðani húsini, sum Sámal Jacobsen, vanliga nevndur Sámal á Kjalnesi, bygdi upp í roykstovuna í 1901.
Sámal var føddur 19. mars 1836 og andaðist 31. mai 1935. Sámal var sonur Jákup úr Fornanum og Súsonnu úr Niðristovu á Miðgerði. Jákup og Súsanna vóru millum tey fyrstu niðursetufólkini á Hvítanesi.

Sámal var tvær ferðir giftur. Fyrra konan var Súsanna (1842-1878), dóttir Maluna og Janus við Gjónna. Seinna konan var Paulina (1855-1937), dóttir Esmalenu og Jógvan á Kjalnesi.

Oman fyri vegin eru húsini hjá Jens Christian Fr. Joensen (1897-1943). Hann fórst í 1943 á sild í Íslandi við Mjóvanesi.
Jens Chr. bygdi í 1930. Jens Chr. var giftur við Sofíu (1897-1937), dóttir Sofíu og Jens Chr. Petersen á Miðgerði.

Heimast eru húsini hjá Jóhannus Joensen (1885-1924). Hann fórst við Annu av Toftum, sum fór á land í Íslandi í 1924. Húsini bygdi hann stutt eftir 1912. Hjallurin er frá 1928. Kona Jóhannus var Súsanna (1895-1983), dóttir Berninu av Kjalnesi og Pól Hammer av Toftum.

Súsanna giftist uppaftur við Jóhannus Ferdinand Hansen (1902-1987).
Jóhannus á Kjalnesi, sum hann vanliga var nevndur, var sonur Hans úr Sundunum og Onnu úr Vestmanna.
Jens Chr. Fr. og Jóhannus vóru brøður. Teir vóru synir Wensil á Kjalnesi og Jákubinu úr Vestmanna.

Fyrst í 1930-unum var koyrivegur gjørdur frá Todnesi og norðureftir.
Á Kjalnesi var vegurin lagdur gjøgnum gamla hoygarðin.
Aftur til Jólakalendaran