Lúka 8

Bakarin

Bakarin

Jacob Weyhe, betri kendur í Kollafirði sum bakarin, var ættaður úr Porkeri.

Hann var útlærdur bakari hjá Fossá í Havn, og í 1946 fór hann til Keypmannahavnar at læra til kondittara.
Tá hann kom aftur til Føroya møtti hann Annu úr Kollafirði. Tey fluttu norð í 1950, og sama ár lat hann bakarí upp í Kollafirði. Bakaríið lat aftur 31. desembur 1991.

Bakarin var kendur fyri sínar lagkøkur og kondittarakøkur, men tað var ikki nakað, ið hann kundi gera dagliga í einum bakaríi í Kollafirði.
Men til eina kongavitjan hjá Fríðriki 9. bað Restorff hann koma til Havnar at gera eina flotta køku við sukursløri til kongin.

Sonurin, Erling, lærdi eisini til bakara hjá pápa sínum frá 1970-1974. Men áhugin hjá Erlingi var ikki eins og hjá pápanum at gera bakarayrkið til sítt livibreyð. Men hann valdi ístaðin Mjólkavirkið, har hann starvast enn.

Myndin av Erlingi er tikin í bakarínum hjá Alla í Klokkaragøtu, har Erling gjørdi sveinastykkið.

Myndin av Jacob er tikin í bakarínum í Kollafirði, meðan hann er í holt við at gera wienerbreyðslongdir

Tann hvíti miksarin er frá 1950. Ovnarnir frá 1950 vóru kolovnar, og teir eru ikki til longur.

Hasin el-ovnurin á myndini og ein annar líka eru frá einaferð í 1960’unum.
Aftur til Jólakalendaran