Lúka 11
Breyðtrogið av Ananu

Breyðtrogið av Ananu
Felagið Uvak, sum Chr. Holm Jacobsen tók stig til, keypti í 1935 ein 4.800 tons stóran dampara at brúka sum móðurskip hjá útróðrarbátum í Grønlandi.
Umborð vóru 26 útróðrarbátar, og til hesar 26 bátarnar hoyrdu 104 mans. Síðani var tað sjálv manningin á "Ananu", sum taldi 56 mans. Tilsamans vóru 160 mans.
Tað vóru í hvussu er tveir kokkar og 7 kokkadreingir.
Breyðini vórðu knoðað í trognum sum sæst á myndini.
Støddin á trognum: l=110 , b=42 , h=40 , rúmd =185 L
Trogið hevur Mads Joensen latið savninum.
Kollfirðingarnir við Ananu í 1935
Teir mynstraðu 15. juni og komu aftur 10. okt. 4 bátar vóru úr Kollafirði:
Gullbrandur við brøðrunum Dánjal Joensen, Esmar Joensen, Palla Joensen og Sámal Joensen.
Ormurin hjá brøðrunum Petur Mohr Samuelsen og Eskild Samuelsen, afturat teimum vóru brøðurnir Dánjal Petur Sofus Thomsen (Dánjal í Lánni), Jens Hendrik Thomsen (Jens Hendrik á Gørðum).
Fodni hjá Uppistovumonnunum á Miðgerði, mannaður við brøðrunum Esmar Jacobsen, Anton Jacobsen, Dion Jacobsen og Jóan Petur Hansen.
Valdosa hjá Sámal Petur Petersen á Miðgerði, afturat honum var bróðirin Emil Petersen, Jens Chr. Sigvald Djurhuus (Jens á Hálvmørk) og Andras Dam Joensen (Andras í Húsinum).
Kollfirðingarnir við Ananu í 1936
Teir mynstraðu 30. mai og komu aftur 10. okt.
Av teimum 26 bátunum vóru 3 ella 4 bátar úr Kollafirði:
Gullbrandur við brøðrunum Dánjal, Esmar, Palla og Sámal.
Ormurin hjá brøðrunum Petur Mohr Samuelsen og Eskild Samuelsen, afturat teimum var Óla Jákup Hansen úr Sundunum (Stóri Óla Jákup) búsitandi í Hósvík og Dánjal Jacob Thomsen (Dallin).
Fodni hjá Uppistovumonnunum á Miðgerði, mannaður við brøðrunum Anton Jacobsen, Jacob Jacobsen, Dion Jacobsen og Jóan Petur Hansen.
Møguliga átti Carl Jensen bátin, sum Andras Dam Joensen (Andras í Húsinum) var við, afturat honum vóru feðgarnir Nicodemus Niclasen og Niclas Pauli Niclasen úr Havn, Óli F. Reinert av Argjum. Nicodemus og Andras vóru svágrar.
Umframt útróðrarmenninar vóru eisini brøðurnir, Nikkel og Hans Jacob, synir Andras í Húsinum. Nikkel sum flekjari og Hans Jacob sum kokkadrongur.
Anana TN7
IMO nr. 5602466
OXTC
Tórshavn
Eigari: P/F Uvak
Smiðjur: J.L.Thompson & Sons
Byggynr. 430
Stað: North Sands
Tilfar: Stál
Keypt til Føroya úr Danmark í apríl 1935. Fyrr nevnt Nordamerika
Selt av landinum í 1937 og nevnt Angolo og seinri Seefahrer. Minusprongt við Borkum 18. apríl 1942.
Longd 96.04
BRT: 2978.00
NRT: 1685.00