Lúka 9

Dansur í Kálvakróki

Dansur í Kálvakróki

Nógv er dansa millum ár og dag í Arbeiðsmannafelagshúsinum/Kálvakróki, nógv fólk komu úr øðrum bygdum og tá fleiri orkestur vóru í bygdini, fóru tey eisini í aðra bygd ella bý at spæla til dans.

Fleiri orkestur hava verið í bygdini, tað fyrsta var nokk Black Panters, sum varð stovnað á várið í 1973, á myndini eru Kristjan, Sjúrður, Óli Karl og Sigmund. Byrja varð at venja í Gamla Skúla á Oyrareingjum.

Fleiri hava spælt við Pantarunum, á myndini niðanfyri, sum er tikin á bilhús loftinum hjá Pól Nikláa á Signabø eru Ingvard?, Gunnar, Kristjan og Petur Mohr, haraftrat hava Asker, Torberg, Bjørn, Ólavur Øster og møguliga aðrir eisini spælt við.

Í 1975 sat ein flokkur av ungum monnum í bygdini og jammaðu við onkrum góðum afturvið, tá Salamon kom innar og segði, at hann hevði lýst við dansi og at eitt nýtt orkestur skuldi spæla. Teir spurdu hvat tað var fyri nýtt orkestur, jú tað eru tit, sum skulu spæla, segði Salamon.
Teir spurdu Salamon, um teir ikki kundu sleppa at trena fyrst, men svarið var nei, tit kunnu trena aftaná ????

Nú var lýsingin farin í útvarpið, so nú var bert eitt at gera hjá hesum ungu monnum, tað var skaffa fleiri instrument, leidningar og hátalarar og at møta upp í Kálvakróki, og har komu nógv fólk komu í dans, tí tað var forkunnugt við nýggjum orkestri.
Fyrsta manningin var Óli Karl, Tróndur, Otto og Hermund (á mynd niðanfyri).
Í 1976 fekk orkestri navnið Florence, sum var uppkalla eftir einari damu í Newfoundlandi.
Manningin á orkestrinum varð skift nakað út, onnur sum hava verið í orkestrinum eru: Jákup Suni, Trygvi, Gulak, Jónhilda, Regin og Asker.

Mynd er eisini niðanfyri av trummuskinninum hjá Florence, sum Joan Lindenskov, Joan á Resturatiónini, sum hon tá varð nevnd, teknaði.

Í 1978 komu Ravnar, teir sum spældu við vóru: Trygvi, Jákup Suni, Óli Karl og Tróndur, teir vóru í svørtum klæðum og høvdu svartar alphúgvur.

Manningin á Carpenters vóru allir timburmenn, teir vóru Regin, Jákup Suni, Trygvi, Asker og møguliga aðrir, sí fleiri myndir.

Seinni komu Kjølar og yngra ættarliðið við Jens Marna, Signari og øðrum og yvirtóku senuna.


Men í dag verður ikki nógv dansa í Kálvakróki :-(
Aftur til Jólakalendaran