Lúka 13

Ein serligur føðingardagur

Ein serligur føðingardagur

Føðingardagar vóru fyrr eins og nú nakað heilt serligt í seks- og sjeytiiárunum.

Bjóðað varð í føðingardag kl 15.30, og tá øll høvdu fingið kakao, bollar og lagkøku, var føðingardagurin liðugur. Eingin hevði – sum nú - ábyrgdina av nøkrum undirhaldi, og oftast fóru vit út at spæla – um veðrið loyvdi tí. Men í einum húsum við Sjógv, var føðingardagsgildið eitt sindur øðrvísi.

Fyri tað fyrsta fingu vit altíð kringlu – umframt alt hitt, og so var føðingardagsspæl eisini.

Mamman í húsinum hevði skrivað eina søgu um okkum øll, sum komu í føðingardag, og tað var bara ein tvætli/skemtisøga, sum vit skuldu hjálpa henni við at fáa lidna. Meðan vit sótu til borðs, bað hon okkum finna ymisk lýsingarorð, sum hon so skrivaði til øll navnorðini í søguni.

Og tá søgan var fínpussað, samlaði hon okkum saman aftur at hoyra søguna. Hetta var ómetaliga spennandi, tí ikki var gott at vita, hvussu stuttliga lýsing vit kundu fáa av okkum sjálvum. Og hesar søgurnar vóru bæði stuttligar og láturligar.

Henda mamman lærdi okkum eisini eitt spæl, sum eitur ”stavurin liggur”, og tað, hildu vit vera ógvuliga gátuført, tí ringt var at finna út av, hvussu tey, sum innanfyri vóru, kundu vita, hvønn peikað varð á. So sigast má, at í hesum húsinum fingu vit undirhald til ta stóru medaljuna, og tað dámdi okkum væl. 😊

Hetta føðingardagsspælið er nú fastur táttur í skúlanum, tá børn skulu læra lýsingarorð, tí nú eru tey at síggja í fleiri mállærubókum. So ikki kann sigast annað enn, at Óluva hevur verið langt framman fyri sína tíð 😊
Aftur til Jólakalendaran