Lúka 24

Ein stuttlig jólasøga

Ein stuttlig jólasøga

Myndin er av Kollafjarðar kirkju á jólum í 1967.


Vit vóru altíð í kirkju 1. jólakvøld og áðrenn vit fóru til kirkjugongdina, fóru vit ofta niðan at vitjað Annu í Húsinum og so var eisini í 1967. Tað var kavi, so vit vóru við sparkara.

Mær dámdi so væl at koma niðan í Húsið, tað var sum at koma í eitt ævintýr. Har var alt so vakurt, smátt, reint, urtagarður við trøðum og so hevði hon so nógvar fittar figurar í vindeyganum eystanfyri, og á jólum luktaði so væl av brúnakøkum.

Tá vit høvdu vitjað Annu, og komu oman aftur á vegin, var sparkarin horvin, tað var sera hált, men vit komu í øllum góðum inn til kirkjuna.

Við kirkjuna funnu vit okkara sparkara, hóast har vóru fleiri aðrir sparkarar. Okkara sparkari er so eyðkendur, tí hann hevur eina buglu á jarninum framman.

At vera í kirkju á jólum var nakað heilt serligt, tað var ein friðsæla, so vakurt pynta, so góður sangur og so søgan um Jesus barnið og Mariu, tey vóru jú so livandi á altartalvuni, Eg helt at ongin kirkja í Føroyum, kundi vera so jólalig sum okkara kirkja.
Tað somu kensluna havi eg framvegis, tá eg fari í kirkju á jólum.

Vit tosaðu um, at tað var løgi, at onkur hevði tikið sparkaran, tað var ikki vanligt at gera beistagerðir á jólum, men sparkarin kom aftur, so tað var skjótt gloymt.

Tað vóru nógvar konur í bygdini, sum gingu á seymiskeið í Kollafirði, og tað gjørdi mamma eisini, sí myndir niðanfyri frá 1967.
Eitt kvøldið fortaldi Sigga at stuttligasta sjón, sum hon hevði sæð, var tá Tórgarð prestur fór fúkandi, við nógvari ferð á sparkara jólakvøld, í prestakjóla og kraga.

Tað var altso Tórgarð prestur, sum hevði tikið okkara sparkara, hann hevði verið í Homrum og vitjað áðrenn kirkjugongdina, og hevði nokk skund og trupult við at standa á beinunum. So sparkarin hevði bjarga honum, frá einum møguligum falli.

Tórgarð prestur var ein sera fittur, stuttligur og væl dámdur prestur. Á tí einu myndini niðanfyri, er hann og vitjar okkum, dagin eftir at eg var fermd, á várið í 1977.

Mynd er eisini niðanfyri av mær í 2023, við sama sparkara, sum vit vóru í kirkju við í 1967.


Gleðilig Jól og takk fyri í ár, ein serstøk tøkk til tykkum, sum hava hjálpt til við upplýsingum.


Vegna
Kollafjarðar Bygdarsavn

Marjun Jógvansdóttir


Kunning frá lesara: Fyrstu ferð kirkja var flagskrídd var til jólini 1938 og seinastu ferð til jólini1977.
Leggjast kann aftrat, at myndina av kirkjuni á Jólum í 1967, hevur mamma, Poula Christiansen tikið.




Aftur til Jólakalendaran