Lúka 6

Fimleikahold hjá Karin Meienburg

Fimleikahold hjá Karin Meienburg

Her er ein Jólaheilsan frá Karin Meienburg:

Eg minnist altíð tíðina í Kollafirði við gleði, ja tað vóru góð ár sum lærarinna í Kollafjarðar skúla.

Tað var ein av fimleikar kvinnunum, sum hevði okkurt samband við ein fotograf í Havn, sum kom við uppskotinum um myndatøkuna, hettar var í 1975 ella 76.
Avgjørt var, at hann skuldi koma og taka myndir, tá vit høvdu avslutningsveitslu, minnist at veitslan var góð, og fotografurin hevði ógvuliga torført við at taka myndir, tí vit flentu og snakkaðu so nógv.

Ásla Geyti hevði yrkt ein sang um øll tey kilo, sum vit høvdu arbeitt fyri at forbrenna, og tey komu uppá aftur, tí tað vóru so nógvar góðar køkur á borðinum.
Tíverri havi eg ikki goymt sangin, men møguliga onkur onnur hevur, tað hevði verið stuttligt at sæð sangin aftur.

Minnist eitt kvøldið, tá vit skuldu hava fimleik og tað var ódnarveður, stormur, kavarok og sera vánalig koyrilíkindir, eg fór oman í fimleikarhøllina og ivaðist í, um nøkur kvinna kom til fimleik.

Jú, haldi eini fimm ella seks kvinnur høvdu strítt seg gjøgnum illveðrið og vit fóru til verka.
Beint tá vit vóru komnar í gongd fór streymurin, og vit stóðu í bølamyrkri í fimleikar høllini.
Har var ikki annað at gera, enn at trilva niðan í umklæðingarrúmið.
Onkur hevði ein tendrara í jakkalummanum, so vit fingu eitt sindur av ljósi.

Meðan vit stóðu og lótu okkum í, kom streymurin aftur, vit gjørdu ikki meira fimleik tað kvøldið, tí vit vóru samdar um, at sleppa okkum til hús, áðrenn streymurin fór aftur.

Á myndini eru:
Aftast f.v. Rigmor, Ásla, Paula, Torbjørg, Vilhelmina, Torgerð, Sunrid, Ingibjørg, Magnhild, Elsa, Silvurlín, Elin, Guðrun, Ingun, Dagmar, og Poula.
Fremst f.v. Edil, Karin Meienburg, Jónhild, Emely, Marjun, Kitty, Ragnhild, Jensia, Gisleyg, Elsupa Malena og Jórun.
Aftur til Jólakalendaran