Lúka 16
Poula var fyrsta kvinna sum varð vald í Bygdaráð í Norðurstreymoy

Poula Christiansen f. Joensen 1929-2019
Hon var dóttir Marius Fredrik Joensen, nevndur Malli, úr Líðini í Kollafirði og Hansinu Mikkelsen, ættað úr Syðrugøtu.
Poula var nr. 3 av 6 systkjum, 5 systrar og ein beiggi, og tey kláraðu seg, høvdu mat í munnin og tak yvir høvdið.
Hon varð fødd í 1929, árið tá stóra Børskrakkið var í New York og allur heimurin fór í svart.
Í Líðini vaksa hon upp og gekk hon í skúla við Sjógv, Hon var ein virkin heilt frá barnaárum, var málmaður í hondbólti, og var við til alt arbeiði heima og úti.
Tá hon var liðug í barnaskúlanum, fór hon inn á garðin á Oyrareingir at tæna, og síðan til Havnar, sum leiðin ofta gekk, tí har var helst meira av arbeiði at fáa.
Meðan hon arbeiddi á Sjómansheiminum, hitt hon sín stóra kærleika, Jógvan Christiansen frá Gjógv, sum tá var sjómaður.
Ætlanin var at hon skuldi gerast sjúkrasystir, men hon gavst og varð í staðin gift og heimagangandi húsmóðir. Tey fingu 6 børn, 4 døtur og 2 synir, 4 teirra eru eftir á lívi. .
Tey búðu í Havn í 2 ár har Jógvan m.a. sigldi við Tjaldrinum. Síðani fluttu tey í 1955 út í Mykineshólm, har Jógvan gjørdist vitapassari. Tað hevur verið ein serlig og spennandi tíð at búgva úti í Hólminum, við bæði gleði og sorg.
Í 1963 fluttu tey til Kollafjarðar at búgva, og settu búgv í Líðini.
Poula var sera virkin kona, eitt satt konubrot, ein íverkseti, hon var uppií so mongum, helt seg ikki aftur.
Heima hjá teimum í Líðini var altíð lív í, har sluppu børn at vera børn, tey spældu handil og eydnuhjól og slerdu tunnu í kjallaranum ella sjónleik á loftinum.
Tað var mestsum av tilvild at Poula varð vald í Bygdarráðið.
Tað var ein heystardag í 1970, tá Poula stóð og tók eplir upp, at Pól Jacob Djurhuus koma at práta við hana. Poul Jacob gekk við lista til Bygdarráðið og segði við Poulu, eg seti teg bara á listan, hon svaraði "ger tú bara tað" , hon trúði ikki at hann fór at gera tað, tí tað var ikki vanligt at kvinnur vóru í Bygdarráðum. Og jú, hon var á listanum og varð vald.
Poula sat í Bygdaráðnum í Kollafirði í 14 ár, var í Barnaverndini, í Fornminnisfelagnum, Bjargingarfelagnum, skipaði fyri ruddingardegi í kommununi, skipaði fyri at dagtilhald kom til bygdina, at heimahjálpin kom til tey, sum høvdu tørv á tí, at Brennistøðin kom, og skipaði so fyri, at Grøns legat varð brúkt til eldrasambýli. Hon syrgdi fyri at Halgana steinur ikki var sprongdur burtur og at staðið har Gálgin var, varð órørt.
Poula sat eisini í kirkjuráðnum í nøkur ár.
Hon stríddist fyri at kvinnur í Føroyum kundu fáa regluligar kanningar fyri kyknubroytingar, tá hon sjálv fekk staðfest lívmóðurhálskrabba í 1979.
Hon legðist ikki á boðini, tá okkurt var at kempa fyri, men gjørdi tað við lív og sál, og hon var góð í ráðum.
Poula og Jógvan fingu 9 ommu- og abba børn og 8 langommu- og abba børn.
Myndin: Poulu dámdi væl at súkkla, myndin er tikin við Leyna klivjar umleið 1950.
Myndir niðanfyri: 1. dagur í Tilhaldinum, Bygdarráðsfundur og Áhugabólkur, sum arbeiddi við at fáa Røktarheim til Kollafjørð.