Lúka 17
Berint fekk ” Hendes Majestæts Dronningens fortjesestemedalje”

Berint fekk " Hendes Majestæts Dronningens fortjesestemedalje" í 7. juni í 2009, fyri trúgva tænastu hjá Landsverki, har hann hevur starvast kring oyggjarnar, sum maskinførari, í meira enn 50 ár.
Fari var til Keypmannahavnar, at hitta Drotning Margrethu. Har vóru 4 aðrir persónar, frá ymsum londum, sum eisini fingu høvið, at hitta drotningina hendan dagin og áleið 5 minuttir vóru avsettir til hvønn.
Berint og drotningin fingu eitt gott prát, sum vardi í 25-30 minuttir, tey eru bæði fødd í 1940, drotningin í apríl og Berint í juli, so tey høvdu nógv til felags at tosa um.
Tíverri eru ongar myndir av drotningini og Berint til hátíðarhaldið, av tí at har vóru so nógv trygdartiltøk, so ikki var loyvi at hava hvørki myndatól ella familjuna við.
Og nú aftur í ár 2025, fekk Berint høvið at heilsa upp á núverandi regent Hans Kongelige Højhed Kong Frederik X, í sambandi við kongshjúna vitjanina í Føroyum í summar.
Kong Frederik vitjaði rehabiliteringsdepilin Urd, júst teir dagarnar Berint var har.
Høvi var nú til at seta medaljuna á klædningin aftur, sum bert kann nýtast ógvuliga avmarkað.
Berint sigur, at Fríðrikur kongur er ein sera høfligur, almindiligur, fittur og vælbelisin maður, sum ríkisfelagsskapurin kann vera væl nøgdur við.
Tá Berint hevði starvast í 40 ár hjá Landsverki, hevði hann frábiðið sær at fáa "fortjeneste medalju", so hendan medaljen, sum er fyri trúgva tænastu í 50 ár, er væl størri í vavi. Á liðini er gravera navnið, Berint Johannesen, sí myndir niðanfyri av medaljuni.