Lúka 14
Gamlir bilar

Gamlir bilar
Her er ein mynd frá first í 1960 unum, av húsunum hjá Malla og Hansinu í Líðini í Kollafirði.
Í túninum niðanfyri húsini standa Taunusurin og Commer lastbilurin hjá Oddmar Joensen og WV- bussurin sum Oddmar Joensen og Eyðálvur Johannesen vóru eigarar av.
Lastbilurin hevði onga last, tá hann var keyptur frá Justi Poulsen. Petur Elias og Tórður bygdu honum last við galesju í bilhúsinum hjá Oddmari, í lastini vóru eisini beinkir at sita á.
Lastbilurin og bussurin vóru brúktir til flutning av arbeiðsmonnum niðan og oman av Oyggjarvegnum til Skarðsá.
Haraftrat var bussurin eisini brúktur til rutukoyring.