Lúka 3

Góðar heimahjálpir

6139F0545

Góðar heimahjálpir

Tá Heimahjálin byrjaði í 70 unum, var tænastan munandi betri enn hon er í dag.

Tað var ein hjálp hjá eldri og einligum at trívast heima við hús, hava onkran at práta við, halda tað húsligt og hjálpa við rein- og matgerð, keypa inn og onkur heimahjálp málaði hús og gav seyðinum eisini.

Tað vóru nakrir eldri menn í bygdini, sum høvdu siti og spælt kort eina heila nátt. Tá klokkan var áleið 7 um morgunin, leyp tann eini maðurin upp úr stólinum, NOY hettar ber ikki til, nú má eg skunda mær hoym, so eg eri hoyma áðrenn Sigga kemur, at gera mær greyt.

Ja, tað vóru góðar heimahjálpir.


Ovara myndin: Sigga var eisini heimahjálp hjá Marin Kristinu Johannesen f. 2. apríl 1883 og d. 22. mai 1983 og Sigga Hansen f. 16. feb. 1918 og d. 12. okt. 2016.

Niðara myndin: Húsini hjá Marin Kristinu 2. apríl 1983, hennara 100 ára føðingardag.
Aftur til Jólakalendaran