Lúka 19

Handilin hjá Carl August Jensen

Handilin hjá Carl August Jensen

Myndirn er frá 1935 ella 36 og er tikin av Sjóvarbrúgv.

Bilin á myndini átti Carl August Jensen, tað var ein amerikanskur Phcart, og hann var brúktur til rutukoyring.

Hildið verður at genturnar á myndini eru Jenny og Emmy, og tað er óvist hvør drongurin er.

Húsini á myndini er bústaðurin og Handilin hjá Carl August Jensen, sum bleiv settur á stovn og læt upp í november í 1928.

Fyrst í 50 unum fór Børge, sonur Carl August og Emmu, niður á handilsskúla, tí tá lá í kortunum, at hann skuldi yvirtaka virksemi.

Carl August doyði í 1959. Eftir hetta stóð Børge fyri handlinum, og yvirtók alt virksemi í 1972, tá ið Emma doyði.

Fram til 1985 hevði handilin matvørur í erva og leikutøj, klæðir, búnýti o.a niðri undir.

Tá tað var liðugt útgrivið undir innara bygninginum, bleiv hetta tikið uppí kjallaran undir sethúsinum.

Eftir hetta flutti Sparikassin í ovaru hæddina og handilin verður bert í niðastu hæddini. Eftir at Sparikassin flutti út, hava Cafe´ir húsast í hølinum í ovaru hæddini.

Bergur lærdi í Rúsuni, men endar læruna hjá Børga abba sínum í 2010.

í 2020 yvurtóku Bergur og Sarita alt virksemi.


Á myndini niðanfyri, sum er tikin á Sjóvarbrúgv eru f.v. : Andrew1929, Hans Jørgen1931, Emmy1932, Jenny1923, Børge1929 og Otto1925




Aftur til Jólakalendaran