Lúka 12

Hummara arbeiði

Hummara arbeiði

Fyrst í 60 unum byrjaði Herluf Geyti at taka ímóti hummara í Kollafirði.

Tað vóru fleiri Hummarabátar, sum trolaðu eftir hummara bæði vestanfyri, norðanfyri og í Sundalagnum og landaðu í Kollafirði.
Flestu bátarnir komu inn á Kollafjørð orla á morgni, og teir høvdu allir síni serligu motor eyðkennir, teir vóru Sigmundur, Streymbúgvin, Dúgvan, Helgi og Núpur.

Tað vóru mest børn og ung, sum arbeiddu hummara. Flamingo- og øl kassar vóru brúkt til stólar. Sperilin varð drigin, við at snara mittastu fjøðurina og hála sperilin út. Sperlarnir vóru ofta kastaðir uppundir loftið, fyri at vita um teir blivu hangandi og har hingu nógvir.

Hummararnir vóru vaskaðir í eini blandimaskinu við bustum í, haraftrat stóð Magnhild kona Herluf eisini við eina stóra grýtu við hummarum og rørdi runt við bust.

Avroknað var eina ferð um vikuna, men tað var ikki altíð so nógv at gjalda út, tí sodavatnir sum vóru keyptar skuldu jú dragast frá lønini.

Í 1973/74 varð arbeiði lagt um og framleiðslan meira professionel og Janus Egholm kom við í leiðsluna.

Tá var sperilin sogin úr hummarunum, so eisini mittasta fjøðurin varð verandi, eftir tað var ein og ein hummari vaskaður við bust.

Síðani vóru hummararnir skyldir í 7 ymiskar støddir, vigaðir og pakkaðir í flottar eskjur, við plastikki millum løgini.

Teir hummarar sum ikki vóru perfektir vóru 2. sortering og lagdir í stórar pannir.

Eskjur og pannir vóru borðin inn í fristaríið, tað besta við at fara inn í fristaríið var at koma út aftur :-) tað føldist so heitt og fjált.

Ein stuttlig og gevandi tíð, tá nógv børn lærdu at arbeiða og tjena sínar egnu pengar.

Á myndini leggur Mariann eina eskju við stødd 1, og Hjalgrim eyðgleiðir.
Á myndunum niðanfyri vaska Jenny og Jóvør hummara, Roda leggur 1. sortering í eskju, Anna Maria leggur 2. sortering í pannu, meðan Bergur kemur framvið og Marjun ger eskju klára.






Aftur til Jólakalendaran