Lúka 4

Ingibjørg fyrsti kvinnuligi lastbilførari í Føroyum

Ingibjørg fyrsti kvinnuligi lastbilførari í Føroyum

Ingibjørg Johansen, f. 3. des. 1916 - d. 8. jan. 1993 var dóttir Thomasiu og Christian Geyta.

Ingibjørg búði sum barn í Leynum og fluttu tey til Kollafjarðar, tá hon var 7 ára gomul.

Tey fluttu samstundis handilsvirkið úr Leynum oman á Langasand í Kollafirði og bygdu hotelli, og fóru at handla.

Ingibjørg átti 6 systkin, Jarlgrim, Signhild, Herluf, Menning, Herálv og Ragnhild.

Ingibjørg giftist Poul Nicláa Johansen og búðsettust tey á Signabø og fingu 7 børn.

Ingibjørg arbeiddi heima, og dámdi haraftrat sera væl at hjálpa pápa sínum í forrætningini.

Tá hon var 19 ár, tók hon koyrikort til bil, tað tók hon hjá Fritleif Johannesen í Havn í 1936.

Tað var ikki vanligt at kvinnur koyrdu lastbil tá í tíðini, Handilin hevði ein lastbil og koyrdi hon lastbilin skiftivís við beiggjanum Jarlgrím.
Sagt verður at hon var fyrsti kvinnuligi lastbilførarin í Føroyum.

Koyrt bleiv til Kvívíkar við vøru, m.a. fiski, ísi, koli og sukursekkjum. Eisini koyrdi hon reyðagrót ( bleiv brúkt til at gera máling úr ) frá Argisfossi frammi í Dal og har bleiv koyrt um 2 áir.

Tá tað vóru høgtíðir, fóru tey ungu í dans í Kvívík, tá var Ingibjørg tryggur sjaførur, tí hon rørdi ikki spiritus.

Vegirnir vóru smalir og ringir, men tá vóru bara 4 bilar í alt, so tá hon hevði møtt trimum bilum var ongin eftir.

Tað var ikki altíð líka tespiligt at koyra, t.d. var onkur túrur, har neyðugt var at fara við skipsmonnum til Kvívíkar í kavaroki.
Viskararnir vóru vánaligir og stundum var neyðugt at fara út at koyra undir teir.

Ingibjørg var eisini ein av teimum sum svumu á sjónum. Tá hon fór av Oyrareingjum yvur á Langasandi, segði hon Áslu, svigarinnuni frá sum kundi eyðgleiða hana.

Ingibjørg bleiv happadráttaseljari í Kollafirði og dámdi henni tað sera væl. Tá kom hon í samband við nógv fólk og hon var altíð blíð og fyrikomandi og fús til eitt prát.

Myndin er tikin uttanfyri hotellið, Ingibjørg situr til høgru í myndini. Nær og hvør hevur tikið myndina og hvørjar genturnar eru í lastini, er ikki greitt.
Aftur til Jólakalendaran