Lúka 12
“Jól í Gamla Skúla”

“Jól í Gamla Skúla”
Okkara hugnaligi “Gamli Skúli” í Kollafirði, sum er bygdur í 1889, er í ár karmur um livandi verkstað og jólasølu í fjálgum og søguligum umhvørvi.
Opið er:
hósdagar & fríggjadagar frá 18:00 til 21:00
leygardagar & sunnudagar frá 14:00 til 18:00
Um tær manglar at keypa eina ella fleiri jólagávur, so er eitt stórt úrval av stutt fluttum heimavirkaðum jólagávum til keyps, sí myndir niðanfyri.
Tað er sera áhugavert at síggja hvussu nógv dugnalig fólk eru í bygdini, á livandi verkstaðnum skiftast nakrir av útstillarunum, at koma at vísa teirra kinstur, har hevur verið t.d. bundi, perla, orkera, telgt, tóltra, kæra og spunni.
Á loftinum angar so væl av nýbakaðum, tí har er Jólacafe , har eru nýbakaðar vaflur, kaffi, te, kaka og fiskasúpan til keyps.
Gamli skúli, var sum sagt tikin í brúk í 1889, og november í 1970 var skúlin niðurlagdur og farið varð niðan í "Nýggja skúla".
Síðani hevur skúlin verið brúktur til ymiskt virksemi, t.d. Kommunuskrivstovu, Læknahøli, Sparikassi og Kvøldskúli.
Í dag heldur Kollafjarðar Bygdarsavn til í Gamla Skúla.