Lúka 23

Jólafest í Missiónshúsinum

Jólafest í Missiónshúsinum

Myndin er frá eini jólafest í Missiónshúsinum uml. 1969, á myndini v.m. Jónveig Arge, Súsanna Fagraklett, Jákup Dam og ?

Hjá okkum børnum var bert ein jólafest at fara til, og hon var í Missiónshúsinum millum jól og nýggjár.

At sleppa til jólafest var nakað vit børn gleddu okkum so gyseliga nógv til, ja tað kom fyri, at man var so spentur, at trupult var at sovna kvøldi fyri festina.

Og sjálvandi vóru vit í teimum fínastu klæðunum vit áttu, og summi vóru enntá í Føroyskum klæðum.

Vit hoyrdu eina fitta jólasøgu, sungu og dansaðu um jólatræið.

Jólatræið var stórt og vakurt pynta, nógv flottari enn tað, sum vit høvdu heima við hús. Tað var skipað soleiðis, at tey minstu vóru í tí innasta ringinum o.s.v. Tað var jú sera umráðandi at síggja tað vakra træið, meðan man dansaði.

Síðani fingu vit pakkar áðrenn vit fóru heim, tað vóru hvítir pappírspakkar við jólamotivi á. Í pakkanum var eitt súrepli, piparnøtur frá bakaranum og nøkur kongabomm.
Hettar ljóðar ikki av nógvum í dag, men tað var tað tá, vit vóru sera glað fyri okkara jólapakka.

Tey hálvvaksnu sluppu á jólafest við teimum vaksnu, og tey fingu at eta og drekka. Missiónshúsið átti ikki servicu, tí høvdu tey sjálvi kopp við, og tá ráddi um at hava ein penan kopp við.

Ja, nógv er broytt, nú eru so nógvar jólafestir, at foreldur hava trupult við at koma runt við børnunum til allar festirnar.


Aftur til Jólakalendaran