Lúka 16

Kanónin sum Samma Jóhannes gjørdi

Kanónin sum Samma Jóhannes gjørdi

Sámal Johannes Dánjal Petur Danielsen, vanliga nevndur ”Samma Jóhannes” (1883-1970) var slektaður Norðan úr Sundinum í Kollafirði, har hann eisini bygdi hús, og búði størsta partin av lívi sínum. Hann var kallaður Samma Jóhannes eftir papa sínum, sum æt Sammi.

Samma Jóhannes sigldi nógv ár sum maskinmeistari við hvalabátum. Hann sigldi m.a. við ”Heyki” og ”Sirru” sum veiddu hval undir Føroyum til hvalastøðirnar her.

Eitt skifti var hann í Grønlandi og veiddi hval, tá sigldi hann við hvalabátinum ”Sonju”.


Í samrøðu við sonin Levi Danielsen, greiðir hann m.a. soleiðis frá um pápan.

Pápi var ein hegnismaður, hann tókst altíð við okkurt handverk, serliga tílíkt sum hevði við motorar og jarnsmíð at gera.

Meðan hann, uml 1932, sigldi við hvalabátinum ”Heyki” gjørdi hann m.a. hesa kanónina. Hendan kanónin er ein sokallað Sildrekakanón, tí hon er minni enn vanligu kanónirnar, og kundi tí nýtast at skjóta Sildreka og smarri hval ,við. Tær kanónirnar sum hvalabátar brúktu vóru størri, og kundu tí eisini brúkast at skjóta størri hvalir.

Til hesa kanónina gjørdi hann tvey sløg av harpunum, ein sokallaðan flatskutil, tað er ein skutil við tveimum flíggjum á hvør sínari síðu, og so ein rundskutil, ið er ein skutil við fýra flíggjum.

Levi greiðir eisini frá, at tá kanónin skuldi royndarskjótast, gekst nokk ikki alt eftir ætlan. Eg veit ikki, hvat tað var sum hendi, men sum eg havi fingið at vita, so varð kanónin ongantíð brúkt til hvalaveiðu ella til nakað yvirhøvur eftir royndarskjótingina. Pápi var ógvuliga fámæltur, tá spurt varð um kanónina.

Eg og Vilhelm, beiggi mín, avgjørdu at lata Kollafjarðar Bygdarsavnið kanónina. Vit halda, at kanónin er verd at varðveita, og at hon kann lýsa og vísa tað tekniska- og handverks hugflogið og hegni, sum pápi hevði.

Annars kann eg eisini nevna, at pápi gjørdi ein Primus brennara, sum var væl størri enn ein vanligur Primusbrennari. Hendan brúktu vit til at svíða seyðarhøvd við. Tað var rættuligt buldur og brumman, tá hann brendi, tí hann var sera kraftigur.

Hann gjørdi eisini eina vatnturbinu, og varð hon sett til eina vatnleiðing sum kom frá einum vatnbrunni nakað omanfyri húsini hjá okkum í Sundinum. Turbinan riggaði væl, men lítil kraft var í henni. Orsøkin var nokk tann, at vatnmongdin og trykkið ikki var nóg mikið til turbinuna.

Levi nevnir eisini, at tey høvdu ein ljósmotor í kjallaranum, hettar var áðrenn electricitetið kom. Tey plagdu viðhvørt at starta ljósmotorin, tá hann var ígongd var ljóst inni, hettar var sjálvandi nakað heilt serligt tá í tíðini.

Hettar er nakað av tí, sum Levi Danielsen greiddi frá um pápa sín.


Takk fyri Levi.

Aftur til Jólakalendaran