Lúka 22

KÍF Kvinnur á Hólmanum undir krígnum

KÍF Kvinnur á Hólmanum undir krígnum

Myndin er av hondbólts kvinnum/gentum á Hólmanum í Kollafirði umleið 1942.


Standandi v.m. Solgerd Hansen, Dagmar Didriksen, Poula Christiansen, Jofrida Madsen, Katis Hansen og Herborg Christiansen.

Frammanfyri f.v. Ragnhild Poulsen, Ingigarð Sørensen, Dyddan Samuelsen, Elina Slotta , Vilhelmina Joensen og Petra Johansen.

Eyðgleiðarin sær, at plaseringin av gentunum er ikki tilvildarlig, tí tær sum eru fremstar á myndini, hava seyma sær shorts og eru í penum blusum, og nakrar við broderaðum fløggum.

Hóast umstøðurnar at venja og spæla hondbólt undir Seinna Heimsbardaga ikki vóru góðar, so hugnaðu tær sær væl inni á Hólmanum.
Tað var ikki lætt at fáa fatur á bólti, og hondbólts plenan var ógvuliga ósløtt, so ikki var lætt at dribla. Plenan varð strika upp við einum spreki, seinni vóru strikurna kritaðar við kálki og onkur trossi hevur eisini verið brúktur.


Tað var ítróttamaðurin og ÍSF formaðurin Poul Petersen, sum legði teimum lag á. Tær spældu ímóti kvívíkingum á sandinum í Leynum, ímóti vestmenningum á sandinum inni á Fjørð í Vestmanna, og so sjálvsagt á Hólmanum í Kollafirði.

Og nú eru allar okkara hondbóltsfyrimyndir farnar um sýn. Lagnan var teimum ymisk, Solgerd doyði ung frá manni og fleiri børnum og Jofrida doyði fyri tveimum árum síðani.


Á myndini niðanfyri er dystur ella venjing á Hólmanum.





Aftur til Jólakalendaran