Lúka 13
KÍF menn, vinnarar av meðaldeildini í 1972

Handan myndin er tikin í 1972, tá vit høvdu vunnið meðaldeildina, tvs næstbestu deildina. Hon er tikin við hondbóltsplenuna í Gundadali. Neistahúsið er har aftanfyri til vinstru, sæst tó ikki á myndini.
Vit vunnu eisini meðaldeildina árið fyri, men valdu ikki at flyta upp í meistaradeildina í 72, tí vit hildu okkum vera ov ungar og óroyndar - tá kundi man velja, um man flutti upp ella ikki.
Men árið eftir - í 1973 - spældu vit í meistaradeildini og blivu, minnist meg rætt, nr. 3 - aftanfyri Kyndil og VÍF.
Vit høvdu spælt í reyðum blusum og bláum buksum áðrenn, og tær vóru blivnar so slitnar, at vit skuldu keypa nýggjar, og valdu vit at broyta lit og bíløgdu hatta settið frá Ítróttarbúðini v/Viggo í Stórustovu.
Hví akkurát handan litin? Eg veit ikki. Haldi vit vildu royna okkurt nýtt, kanska mest til stuttleikar.
Eg fór til Noregs í 73 og gavst við hondbólti, men eg haldi, teir spældu í hasum blusunum í nøkur ár.
Á myndini eru: Standandi f.v. Sigvard, Regin, Marius, Trygvi og Grettir. Sitandi f.v. Hans Jákup, Kristian, Rólvur og Jóhannus.
Leggjast kann aftrat at í 1969, vóru Trygvi, Marius, Hans Jacob, Rólvur og Hannus við til at vinna føroyameistaraheitið í unglingadeildini (u18).
Hettar var fyrsta føroyameistaraheitið, sum KÍF vann.
Aftrat teimum vóru Jens Kristjan, Dan, Marius hjá Eyðálvi, Málfinn, Angi, Geirmund, og eg haldi Magni spældi onkran dyst.
Tað er eingin mynd av tí liðnum.
Grettir og Kristjan spældu við dreingjaliðnum (d16) í 1969 og Regin og Sigvar spældu tá við mansliðnum í meðaldeildini.
Rólvur Djurhuus