Lúka 5
Klædningurin

Klædningurin
Tá farast skuldi av landinum at keypa skip fyrst í farnu øld, var gott at vera væl klæddur, so virðingin fyri keypinum góð.
Hettar var eisini galdandi, fyri Jógvan Niklái Joensen úr Kollafirði, sum fór til Dundee í 1920, at undirskriva keypið av sluppini Lilly.
Jógvan Niklái átti ongan nýggjan klædning, so hann lánti klædning frá beiggja sínum Marius Fredrik Joensen, vanliga nevndur Malli.
Har Jógvan Niklái gisti á einum hotelli í Dundee búðu nógv fólk og tað vóru ikki eina kømur. Jógvan Niklái hongdi sær klædningin væl upp í einum klædnaskápi, so hann var klárur at fara í, tá undirskrivast skuldi.
Men ólukku tí, klædningsjakkin bleiv stolin, so tað var eitt at gera og tað var at fara í býin at leita eftir honum.
Jógvan Nikláin sá ein mann í býnum, sum búði á hotellinum, og helt seg kenna klædningsjakkan aftur, hann elti mannin, sum nokk grunaði, hví hann var eltur, maðurin gekk skjótari og skjótari undan Jógvan Niklái. Tað sást tíðiliga, at maðurin var kendur í býnum, hann gekk inn í tann myrka partin av býnum, har tað vóru smalar og skumlar gøtur.
Jógvan Niklái fekk fatur á einum løgreglumanni og bað hann um at hjálp, fyri at fáa klædningsjakkan aftur.
Tjóðurin helt uppá, at hettar var hansara jakki. Løgreglumaðurin spurdi Jógvan Niklái, hvussu hann kundi prógva at hettar var hansara jakki.
Jógvan Niklái bað løgreglumannin hyggja í lummarnar, jú vælsigna í lummanum lá kvittanin fyri klædningin, frá Hans Joensen, Tórshavn, so har var ongin ivi hvør átti klædningin.
Og glaður var Jógvan Niklái 😊
Meira um stóra deksbátin Lilly:
Lily varð smíða í Peterhead í 1901.
Lily FD 545 varð innflutt úr North Shields í apríl 1920 og skrásett við Gjógv.
Lily broytti navn til Keldan KG 34 í 1943.
Keldan broytti navn til Juni í 1962.
Eigarir / Reiðarir:
1962: Sugurd Højgaard, Norðragøta / J. C. F. Isaksen, Klaksvík / 1930: J. P. Poulsen, Strendir / 1921: J. N. Joensen, Kollafjørður / 1920: Peter Chr. Joensen, Gjógv
Motorar: 1959: Grenaa 67 kW / 1931: Skandia 29 hk
Juni fór á land á pos. 68°15'N., 53°37'V. ávegis úr Aasiaat til Maniitsoq í Grønlandi 1. august 1967. Tað eydnaðist at fáa Juni leyst aftur og halda leiðina fram men tað gjørdist skjótt greitt at skipið lak so illa at tað fór at søkka. Juni varð síðani siglt uppá land við Amartut har tað koppaði og sakk.
Leinkja til skipaskráseting av Lilly:
https://history.fo/document-single?imgid=119916&cHash=bf4bcc80e3c44205ef88aaaf360b8ec7
Á ovaru myndini: Lilly FD 545 við fullum seglum
Á niðaru myndunum: Sytskini Jóan Magnus Joensen, Jógvan Niclái Joensen, Anna Katrina Petersen, Didrik Joensen og Marius Fredrik Joensen og Keldan KG 34 á Klaksvík