Lúka 17

“Tjúkkar” og “klanar” konur spældu hondbólt í Kollafirði

“Tjúkkar” og “klanar” konur spældu hondbólt í Kollafirði

Tað var á Kollafjarðarstevnu síðst í 70 unum, at hondbólsdystur var millum "tjúkkar og klanar" konur í skúlagarðinum.

Nógv er broytt seinastu 45 árini, í dag høvdu liðini nokk ikki verið bítt upp í tjúkkar og klanar konur.

Nógv fólk var komið saman at síggja dystin, og tey fingu eina stuttliga og minniliga løtu.

Liðini masjeraðu úr skúlanum og inn á plenuna við dómarunum á odda.

Dómararnir vóru Dalberg og Berint, og teir vóru sera skemtingarsamir og dømingarnar samsvaraðu fyri tað mesta ikki hondbóltsreglunum.

Tær klønu vunnu dystin, tí tær høvdu so góðan dómara, og so fingu tær nøkur góð skjótálop. Men tá verjan hjá teimum tjúkku var komin uppá plass, tá fingu tær klønu onki mál.


Niðanfyri eru nakrar myndir av leikarunum og dómarunum.

Aftur til Jólakalendaran