Lúka 20
Kollafjørður- ein góð súkklubygd

Kollafjørður- ein góð súkklubygd
Myndin er tikin á Miðgerði, av Petur Mohr Samuelsen 15. august 1943. Umframt súkkluna hjá Petur Mohr, eru tvær aðrar súkklur á myndini.
Kollafjørður er ein long bygd, og tað var tí ein góður flutningsmøguleiki hjá bygdarfólkinum, tá súkklurnar komu. Tað vóru mong, sum høvdu langan veg til arbeiðis, í skúla, til handils, við telegrammum og telefonboðum og at vitjað vinir og kenningar.
Tað vóru tó ikki øll, sum hattaðu sær at súkkla við tveimum hjólum, tað vóru tí eisini trý hjólaðar súkklur til vaksin at síggja.
Í myndasavninum eru flest myndir av monnum sum súkkla, tað er tekin um, at tað ikki vóru so nógvar kvinnur sum súkklaðu.
Tað mundi vera Marius á Tanga, sum átti tað fyrstu súkkluna í bygdini.
Og hvør minnist ikki Gamla Pól, sum súkklaði dagliga heim í Dalin fyrrapartin og heim aftur um kvøldið.
Tá vóru vegirnir ikki so góðir, sum teir eru í dag, knortlutir og holutir, og tá var skjótt at punktera.
Men tá var tryggari at súkkla, enn tað er í dag, tá vóru bert hendinga bilar.
Men tíbetur, eru tað nógvir Kollfirðingar, sum í dag dagliga velja súkkluna framum bilin.
Myndirnar niðanfyri frá vinstru:
Mynd 1 Poula Christiansen
Mynd 2 Frá vinstru: Jóhan Hansen - Hanni á Garði? , Daniel Johannesen - Dani hjá Póli?, Sámal á Kjalnesi - Sámal Joensen? Bernhard Joensen á Kjalnesi og Einar í Skálanum.
Mynd 3 Alf, Brynjálvur, ?, ?, ?
Mynd 4 Petur Mohr Samuelsen