Lúka 21

Í litføgrum sunnudagsklæðum – til Krúnprinsessu vitjan í 1971

Í litføgrum sunnudagsklæðum – til Krúnprinsessu vitjan í 1971

Myndin er tikin á Kjalnesi, tá Krúnprinsessan var á vitjan í 1971.

Á myndini f.v. : Soffie, Elly, Virgar, Edil, Makonny, Heri, Gitta, Sanna Kristina, Súsanna og Johild. Aftanfyri: Dánjal Joensen

Tað var í 1971 at Krúnprinsessa Margretha 2 og Prins Henrik, vóru á vitjan í Kollafirði.

Fyrst vitjaðu tey Kollafjarðar Kirkju. Tað mundu vera tey flestu í bygdini, sum vóru gongufør, sum fóru av húsi, fyri at síggja hesa forkunnugu vitjan. Fólk vóru sjálvsagt fín, tá pyntaði man seg, tá man fór til slíkar festligar upplivingar, og mótin í 70 unum var eisini litfagur, sum myndirnar vísa, og tey sum áttu føroyskan búna fóru í hann.

Í bygdini varð skrýtt við Merkinum og Dannebrog, og við Kirkjuna stóðu Bygdarráðslimir, saman við makum sínum og tóku ímóti og Tummas Joensen á Kjalnesi helt røðu, og Marjun Christiansen gav Prinsessuni blómur. Síðani var farið inn í Kirkjuna, har Sverri Dahl greiddi frá.

Eftir vitjanina í Kirkjuni, varð farið norð á Kjalnes, har greitt varð frá um Kjalnesgarð, sum hoyrdi til prestaembætið í Norðstreymoy til 1939.

Sí myndir frá vitjanini niðanfyri.
Aftur til Jólakalendaran