Lúka 14
Martinus á Ósabakka – tann allarstórsti skrøggarin

Hóast vit hava og hava havt nógvar stuttligar og góðar søgu forteljarar, so er Martinus á Ósabakka (1863 - 1940), óivað vera tann allarstórsti skrøggarin úr Kollafirði, og hansara søgur eru kendar um allar Føroyar, tað eru tíbetur fleiri, sum hava samla hesar søgur, tí liva tær framvegis á mannamunni.
Á myndini eru Miđgerđabrøđurnir v.m. : Niklái, Jens Christian, Sámal Petur, Martinus, Tróndur, Dánjal Jacob, Pól Jóhannes og Óli.
Martinus fór sum ungur út at sigla. Hann ferðaist víða og var nógv ár heimanifrá, hvussu nógv er ár er nokk ókent. Umframt Evropa ferðaist hann eisini til Afrika og Amerika.
Eftir at vera komin heim aftur búsettist Martinus á Ósabakka í Kollafirði. Sí mynd niðanfyri av grundini av húsunum hjá Martinusi, sum stóð uppi til 1981.
Martinus plagdi eisini at vitja góða vin sín Pávan í Rom.
Pávin tók altíð væl ímóti Martinusi, og tað einu ferðina hann bankaði uppá hjá honum, bjóðaði hann honum at búgva hjá sær á Pætursborgini.
Ein dagin spurdi Pávin um Martinus hevði hug at koma út á svalan við sær, tí hann skuldi at signa fólkið.
Tá teir komu út á svalan var fult av fólkið á plássinum og tað bleiv púra kvirt.
Martinus stóð undir liðini á Pávanum og undir svalanum stóðu tvær nunnur niðanfyri, tann eina nunnan spurdi hina, hvør er tað sum stendur undir liðini á Martinus í dag ?
Tað fall ikki í góða jørð og lukkusigna sum pávin bleiv illur.
Martinus helt at nunnurnar mundu kenna hann betur enn Pávan.