Lúka 9
Postboð sum 13 ára gomul

Postboð sum 13 ára gomul
Tá eg gekk í barnaskúla gingu børn við posti í Kollafirði. Posthúsið var hjá Jóhannus við Sjógv, og eftir skúlatíð skuldi posturin berast út.
Tá eg gekk í næstelsta klassa (6. flokki) gekk Jóhan "hjá Almu" við posti í Líðini, og tá hann so fór í 1. real í Hoydølum, yvirtók eg - 13 ára gomum - hetta álitisstarv. Eg hevði súklu, so har lá væl fyri - rutan var long.
Dimmalætting, sum nógv vóru haldarar av, kom út týsdag, hósdag og leygardag, og hon skuldi berast út. Eftir hetta havi eg altíð sæð týsdag, hósdag og leygardag sum líkatøl í vikuni.
Eisini bar eg fólkapensiónina út - hetta vóru nógvir pengar, sum eg við nærlagni taldi niður á køksborðið hjá pensionistunum, og onkuntíð fekk eg eina fimmkrónu "fyri stríðið" - eitt gott ískoyti, tí lønini bleiv eg ikki rík av.
Eg gekk við posti í 1971-1972. Í 1973 bað eg um viðmæli frá Jóhannus við Sjógv. Eitt tað fyrsta punktið í mínum CV :) , avrit er av viðmælinum niðast.
Kristina Chritiansen