Lúka 22

Sildaverksmiðjan

Sildaverksmiðjan

Smiðjan, sum vit kallaðu bygningin ella Fabrikkin, sum onnur kallaðu hann, hevði eina sál. Landsverk brúkti bygningin til verkstað, og har var sanniliga lív í, tí har arbeiddu nógvir sótutir menn og ungligar niðriundir. Tað var tá nógvir ungir menn høvdu langt hár, tí vóru teir noyddir at hava hárnet, tí tað kann vera sera vandamikið at arbeiða við maskinum og longum hári.
Viðhvørt var arbeitt í essuni, tað var spennandi, at síggja tað gløðandi jarnið verða evna til. Lukturin í Smiðjuni var heit serstakur, var ein blandingur av dekkum, olju, sóti, jarni og swarfega.

Betong trappa var uppá har skrivstovan og goymslan vóru. Har vóru ógvuliga nógvar skuffur við eykalutum og á øllum skuffunum var vakurt hondskriva, hvat var í skuffunum. Dekk goymslan var uppi á loftinum, so tá tey vóru hivaði, skuldi man halda seg burtur, so man ikki fekk eitt dekk í høvdið. Høllin við teimum gomlu stóru maskinum varð ikki brúkt, men stóð bert sum eitt minni, um eina farna tíð.

Tað nyttar onki at gráta um spilta mjólk, plagar at vera tikið til, MEN tað var synd, at ongin var so framskygdur, at royna at varðveita Sildaverksmiðjuna.

Tá hugsaði nokk ongin um, hvussu flottur bygningurin var, nei tað skuldi bara byggjast nýtt og stórt, og so kundi søgan bara javnaðst við jørðina. Kaiøkið var víðkað langt út á sjógv, og krav vóru nokk ikki sett til hvussu kassarnir sóu út, sum vóru settir omaná kaiina. Tað vóru ikki estitiskir bygningar, sum vóru settir ístaðin, teir líkjast ikki sildaverksmiðjuni, nei teir líkjast ongum.

Tað eru sjálvsagt nógvir Kollfirðingar, sum hava havt arbeiði í økinum síðani og fingið sína løn, so okkurt gott er komið burturúr.

Men eg eri vís í, at um tað var í dag, so høvdu tað verið fleiri, sum høvdu sett virði í at varðveitt Sildaveksmiðjuna, tað høvdu verið so óendaligir møguleikar í bygninginum.
Har kundi t.d. verið cafe, konsertsalur, atelier klivar, framsýningarhølir, bygdarsavn, ungdómshús, eldratilhald, ymisk venjingarhølir til tónleik, tvørmegi, rógvimaskinur og klatriveggir.

Ella kundu vit hýst Tjóðleikahúsinum í Kollafirði, so hevði tað verið í Kommununi.

https://kbsavn.fo/myndasavn/6139f0082/



Aftur til Jólakalendaran