Lúka 7

Sjónleikir í Kollafirði

Sjónleikir í Kollafirði

Tá nýggir sjónleikir og smáleikir vóru vandir í Kollafirði, vóru vit mong børn og ung, sum gleddu okkum til framført varð. Vit vóru til fleiri framførslur og dugdu leikirnar uttan at, og høvdu hug at svara til, um setningarnir ikki vóru orðarættir og til føðingardagar skiftust vit ofta um at framføra hesar smáleikir.

Kollfirðingar hava altíð borið orð fyri at vera stuttligir, tí er tað harmiligt at ongin sjónleikur verður spældur í bygdini longur.

Nógvir góðir og stuttligir leikir hava verið, á myndini eru Ásla Geyti og Hjallgrim Joensen.

Niðara myndin v.m. er úr Hoydølum, har Jóhan Joensen og Niklái Petersen royna síni sjónleika evnir.

Nógvir góðir leikarar vóru í Kollafirði í 60 unum og 70 unum og nakrir av teimum vóru eisini sera skemtingarsamir, nevnast kunnu aftrat fyrr nevndu: Andras á Tungu, Hans Jákup Petersen, Magni Hansen, Hanna Fagraklett og Øssur á Steinum.

Á eldru myndini eru leikarar frá sjónleikinum Ófriðarligar tíðir, spældur í Buldrinum í 1943.

Buldrið var neystið og handilin hjá Andras á Tungu. Neystið var uttan fyri gamla Zion.

Frá vinstru: Jens Chr. Joensen á Kjalnesi (1926-), Jóhan Hansen á Mýyruni (1909-1974), Jens Andrias Djurhuus á Rætt (1896-1974), Emil Dam á Lygnnesi (1920-1961), Sofía Petersen (Dyddan á Miðgerði (1924-1993), Dánjal Joensen í Húsinum (1900-1977), Janus Petersen á Miðgerði (1928-2014), Otto Jensen við Sjógv (1925-?), Janus Johnsen í Skúlanum?, Jens Hendrik Djurhuus í Tinggarðinum (1923-1996), Kristjan Djurhuus í Tinggarðinum, Jóhanna Maria Djurhuus í Tinggarðinum (1921-?), Børge Jensen við Sjógv (1929-2015), Lina Joensen á Tungu.

Á myndasavninum her á heimasíðuni eru hesar 3 síðstu myndirnar, sum ikki hava upplýsingar um, hvørjum leiki tær eru frá.

Máf hevur yvirlit yvir leikir, sum eru framførdir í øllum landinum, og hesir eru skrásettir at vera leiktir í Kollafirði, ár heiti og mongd av sýningum:

1935 Hjá Dalabóndanum 4 ella 5
1942 Ófriðarligar tíðir 4 ella 6
1953 Systrarnar á Kinn 8
1954 Giftingarfør genta 7
1955 Høvdingar hittast 10
1956 Magnus 6
1957 Tá ið øll vildu giftast 8
1958 Gift teg 8
1964 Best man vera sum er 10
1968 Eydnulandið 8
1969 Ein hættislig roynd 10
1970 Eitt vakurt húskið 10
1972 Giftingarfør genta 15
1975 Ástarbrøgd 18
Aftur til Jólakalendaran