Lúka 3
Song av Suðurpólinum til Kollafjarðar

Song av Suðurpólinum til Kollafjarðar
Tá lutir av hvalastøðini á Signabø vórðu seldir á uppboði í 1928 og 1929 keypti Palli Joensen (1909 – 1996) songina á myndini. Songin skuldi hava fylgt við formonnunum á støðini frá hvalaveiðu í Suðuríshavinum.
Songin er gjørd úr eik, og hon er gjørd soleiðis, at hon er løtt at taka sundur og seta saman.
Hvalastøðin á Signabø var virkin 1903 – 1912. Tað var felagið Verdande, sum átti støðina og høvuðseigari var normaðurin Albert Grøn.
Leiðari á støðini var norðmaðurin Karl August Krømke.
Palli búði um hetta mundið, tá hann keypti songina, Norðari á Gørðum í Sundunum, har hann lutvíst var uppvaksin hjá ommuni og abbanum, Súsonnu og Sámal á Gørðum.
Síðst í sekstiárunum seldi Palli Joensen húsini til bróðurin Adrias Joensen, í sjeytiárunum seldi Andrias Joensen húsini til Herálv Geyta, Otto Joensen keypti húsini á Norðaru Gørðum frá Herálvi í áttatiárunum.
Songin hevur verið í varðveitslu hjá Høgna Joensen síðan húsini á Norðaru Gørðum blivu seld í sekstiárunum.
Høgni Joensen læt Bygdarsavninum songina í varðveitslu í 2023.