Lúka 1

Evangilistarnir

0011

Evangilistarnir

Kollfirðingar hava altíð borið orð fyri at verið stuttligir. Tí eru tað sjálvsagt nógvar Kollfjarðasøgur, sum eru fortaldar millum ár og dag. Og tá fólk ikki vita hvaðani søgan kemur frá, so byrjar søgan oftani, haldi tað var ein kollfirðingur sum ...... , og tað haldi eg at vit flestu kollfirðingar tola, heldur bera orð fyri at vera stuttlig 😊 enn keðilig

Her er ein av teimum stuttu (sonnu) 😉 søgunum:
Ymiskt er hvussu innlæringin hjá næmingum er, summi duga alt beinan vegin og onnur skulu stríðast fyri at duga uttanat, kvæðir, sálmar, katekismus og annað.

Vit kenna nokk øll til, at viðhvørt er tað gott at hava onkur ýtir fyri at minnast okkurt, sum minnir okkum á ella um onkran ....

Og so var tað søgan um ein drong í Kollafjarðar skúla, sum var spurdur? Kanst tú nevna mær nøvnini á evangilistunum?
Hesir vóru bert fýra í tali, so hettar var ein av teimum løttu spurningunum helt drongurin, sum var skjótur at svara: Matthæus, Markus, Lukas og so stóð fast ????? drongurin mintist ikki beinan vegin tann fjórða evangilistin, drongurin klóraði sær í nakkanum eina løtu, so sást gleðin glógva í eygum hansara, nú veit svaraði hann ..... PÓL DÁVUR 😊

Tey sum ikki kenna allar kollfirðingar, so hevur Pól Dávur ein eldri beiggja sum eitur Jóhannus 😊

Á myndini, sum er tikin í 70 unum, síggjast beiggjarnir ovast á myndini til vinstru, saman við grannabørnum í Líðini í Kollafirði.
Aftur til Jólakalendaran