Lúka 10

Tá electricitetið kom til Kollafjarðar

Tá electricitetið kom til Kollafjarðar

Gamalt er, at í Kollafirði skuldu vera líka nógvir gamlir dreingir, sum tað eru merkur, ið hoyra til Kollafjørð. 51 merkur hoyra til Kollafjørð, so talið á gomlum dreingjum í Kollafirði, hevur óivað verið sera høgt.

Í einum húsum í Kollafirði, búðu um hettar mundið, 4 gamlir dreingir saman við gomlu mammu teirra. Hettar var í tí tíðini, tá vatnbyrgingarnar hjá SEV blivu gjørdar í Vestmanna.

Í hesum húsinum í Kollafirði, tosaði mannfólkið nógv um tað stóra frammbrotið sum var við at henda. Ja, tað mikið undrunarverda og heilt ófatuliga, at ljós og varmi kundu gerast burtur úr vatni, sum rann í áunum í Vestmanna.

Hetta gandavatnið sum kundi fáa perurnar undir loftinum at lýsa, eisini fáa varmaovnar at blíva heitar, og sum tað heilt stóra, so slapst undan kolinum og torvinum, øllum stríðinum, tí alt hettar fekst úr tí magiska vatninum í Vestmanna. Komfýrurin, petroliumslampan og Valorovnurin, alt hettar fór brádliga at blíva fulkomuliga óneyðugt at hava.

Gamla mamman sat undir hvørjum orði og lurtaði, tá synirnir tosaðu saman um hesar nýggju hentleikarnar sum nú fóru at koma, og sum tey eisini vildu njóta gott av heima hjá teimum.

Ein fremmandur maður, sum tosaði danskt, arbeiddi í húsunum hjá teimum nakrar dagar. Hann skuldi gera tað møguligt at fáa tað at lýsa inni við tí nýggju tøknini úr Vestmanna.
Danskarin dróg leidningar gjøgnum jarnrør, sum blivu fest undir loftið ymsastaðni í húsinum, m.a. í stovuni og í køkinum. Í køkinum skuldu vera 2 perur, men mamman helt at nokk var við einari, í hvussu er at byrja við. Tað førdi so til, at til hina peruna hingu leidningarnir leysir niður.

So upprann endiliga tann stóra løtan, at ljósið skuldi tendrast. Øll familjan var samlað í køkinum. Øll sótu alspent, sum á nálum, og bíðaðu til danskarin fór at tendra. Pedersen, sum danskarin bleiv kallaður, segði, ”Nu vil jeg tænde lyset”.

Brádliga leypur gamla mamman upp og yvir til vaskið, tók vaskifatið og smekkaði fatið undir teir leysu leidningarnar undir loftinum. Øll sótu bara og gánaðu.

”Hvat gert tú mamma”! rópa synirnir, mamman rópar hart aftur, ”síggja tit ikki at leidningarnir til hina peruna hanga leysir, eg má halda fatið undir, so vatnið úr Vestmanna ikki sproytar um allan køkin gjøgnum hesar leysu leidningarnar, tá Pedersen setur streymin til, skilja tit ikki tað”!!!! rópar mamman avgjørd aftur.


Aftur til Jólakalendaran