Lúka 6

Táttir

6139F0424

Táttir

“Nú fart tú tátt”, tað munnu fleiri okkara hava hoyrt, tá vit hava gjørt okkurt býtt.

Tað hava verið nógvir góðir tátta yrkjarar í bygdini gjøgnum tíðirnar.
Fyrr var tað so, at um tú yrkti ein tátt um onkran, kundi tú rokna við, at táttur skjótt varð yrktur afturímóti.

Tað var ein onnur tíð, táttirnir kundu vera bonskir og særandi og tá var ikki tosa um happing, men tað høvdu vit nokk kalla tað í dag. Men hóast tað var happing, so var tað mentan, man kann nokk siga, at tey vistu ikki betur, at táttirnir kundu særa onnur.

“Okkara kendasti táttayrkjari var nokk Tummas Napoleon Djurhuus, hann var føddur í Kollafirði í 1928 og andaðist í 1971. Sum táttayrkjari nevndi hann seg Tonglatummas, hann skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum.”

Seinastu árini hava táttir verið yrktir til teitir og veitslur í bygdini. Vónandi fer táttayrking at halda áfram og í einum góðum anda, men yrkingin verður nokk tíverri yvirtikin av vitlýki.


Her eru nøkur brot, frá eldri táttum, sum hava verið bornir fram í bygdini:


Røktingarmaðurin, "Hesin táttur var griflaður niður á eitt spjaldur, sum lá á einum deyðseyði inni í Firði."

Lag: Jeg går i fare hvor jeg går

Jeg går med Xxxxxx hvor jeg går,
så trolig hann mig følger,
nu er jeg bare skind og hår
så ynkelig jeg sørger,
når jeg mit sidste suk udgør
for Xxxxxx dør,
når Xxxxxx hører denne sang,
jeg dør for Xxxxxx denne gang


Snedigi

Malli tjøraði Snediga,
men fekk hann ikki at torna,
hann sum blandaði tjøruna,
búði úti í Forna


Turlitong

Eg leggi onki í útsynning,
tí at hann er so vátur,
eg fari mær í Turlutong,
tað er so góður bátur


Stuttligt hevði verið, at fingið fleiri táttir niðurskrivaðar, so teir kunnu verða varðveittir :-)


Ovara myndin: Við Sjógv í Kollafirði, árstal ókent.

Niðara myndin: Tonglatummas
Aftur til Jólakalendaran