Lúka 11
Teir stjólu Suffíu mostur

Teir stjólu Suffíu mostur
Tað eru nokk fleiri, sum hava hoyrt um at Eirikur Jallur var stolin úr Norra og tí fekk tí navnið “Suffía Mostur”, og at skiparin var Janus Petersen, best kendur sum Janus í Bindibókini.
Men hví varð Suffía mostur stolin?
Jú, tí tá Eirikur Jallur VN 20, varð bygdur i Sagvåg i Norra i 1962, var leveringin av honum seinka í ½ ár, tí feilur var við motorinum, sum var ein Tuxham.
Baði Nólsoyar Páll og Norðingur høvdu hendan Tuxham motorin og teir brutu millumaxilin fyrsta túrin. So tað bleiv ósemja millium eigararnar og skipasmiðjuna, sum kravdu 150 tús kr eyka, áðrenn loysast kundi.
Skipi var yvirtikin og tollklareraður, men teir sluppu ikki avstað fyrr enn teir høvdu goldið 150 tús.
Ein góðan summardag bjóðaði eigarin av skipasmiðjuni Janusi ein familjuútferð út á eina oyggj, har tey skuldu hugna sær og svimja. Men í síðstu løtu bar Janus seg undan at koma við, tí hann hevði ilt í høvdinum.
Tá stjórin var farin við familjuni út á oynna við stuttleika báti, skundaði Janus sær at fyrireika heimferðina til Føroya.
Janus ringdi til Sigurð Joensen sakførara í Havn og segði honum at teir umhugsaðu at ´´stjala´´ skipi, men hetta frámælti Sigurð. Men áðrenn hann legði rørið á segði hann ´´góðan túr´´ (hann kundi sum rímiligt var ikki mæla til at teir loystu.)
Bert Janus og Jóhannus Juel Askham vóru manning. Eingin proviantur var í skipinum, men Janus fór inn har hann búði og fekk sær eitt rugbreyð og nakað av viðskera.
Teir sigldu tætt framvið oynni har stjórin á skipasmiðjuni, var farin ein svimjitúr.
Teir góðu honum tríggjar heilsanir við floytuni, og so vóru teir úr eygsjón.
Stjórin var sjálvsagt ikki blíður, hann var í øðini og skundaði sær at melda teir.
Hettar var tann 18. aug. 1962 , kumpassin var ikki rættað, so hettar mátti gerast áðrenn kós var sett. Og lukkutíð fyri teir, so bleiv kjaftsvart i toku og Norska marinan og politiði leitaði eftir teimum, men funnu teir tíbetur ikki.
Teir komu í øllum góðum til Føroyar og sjálvsagt inn á Kollafjørð.
Orsaka av stuldrinum, varð Eirikur Jallur eftir hettar bert kallaður Suffía Mostur, tað var jú um hettar mundi, at hoyrispælið um Fólk og dólgar í Kardumummubýnum var í útvarpinum og Janus í Bindibókini fekk nú eisini tilnavnið "Captain Galvao" - tað var hann sum kapraði ferðamannaskipið SANTA MARIA.
Janus fekk 1000 kr i bót fyri at sigla undirmannaður. Tað var væl sloppi, tí kravið frá skipasmiðjuni, var tá komið uppá 185 tús kr.
Suffía Mostur varð seld til Sandavágs i 1970 og fekk navnið Marts.
Í 2009 var hann seldur av landinum og fekk navnið Akousa og søgur ganga um, at hann bleiv brúktur til at smugla heroin við og bleiv tikin við eini last, sum hevði virðið av nøkrum milliardum dollarum.
Í 2010 varð skipið upphøgt hjá Logiscrap Canarias á Canarisku Oyggjunum