Lúka 18
Turkaðu fisk inni í Firði í Kollafirði

Turkaðu fisk inni í Firði í Kollafirði
Myndin man vera tikin inni í Firði um 1930.
Vit síggja fiskafólk standa innan fyri fiskahúsið hjá Jóhan á Signabø (1873 – 1964), sum hann bygdi um 1926.
Fiskur er breiddur á turkiløg, og fremst í myndini liggja petroleumstunnur hjá Petroleumsgoymsluni, sum Niclas inni í Firði (1865-1948) umsat fyri Haraldsen í Havn frá 1919 og seinni fyri Valdemar Lützen, sum hevði tikið yvir.
Petroleumsgoymslan var á Langasandi frá 1919 til um 1935.
Myndin niðanfyri t.v. er av Jóhan á Signabø og myndin t.h. er av Niclas´i inni í Firði, tikin úti við Sjógv.