Lúka 10

Gekkaskorturin

Gekkaskorturin

Í føstu gingu vit børn grýla í Kollafirði. Tað vóru ongir búnar, kostumur ella keypt grýluklæðir sum nú, men vit fjøggaðu okkum í onkrum gomlum, vit funnu og gjørdu skortar úr m.a. pappi.
Vit gentur møttust vanliga heima hjá okkum. Mamma mundi eiga nakað nógv av gomlum klæðum, so har lá væl fyri. Hon garvaði eisini seyðaskinn, og har mundi onkur fráskurður vera, tí har vóru skinnlepar, sum kundu brúkast til skegg á gekkaskortinum. Ja, vit kallaðu tað gekkaskort - nú verður hann nokk oftari kallaður grýluskortur.
Vit gingu grýla fleiri kvøld alla føstuna, ikki bara føstulávintsmánadag.
Tað var umráðandi, at vit ikki blivu kend aftur. Vit avskeplaðu røddina - tosaðu yvirdrivið grovmælt - og funnu upp á søgu um, hvaðani vit vóru og hvat vit itu - t.d. fjallatussi av Skælingi.
Tað var ikki altíð, at vit fingu nakað, og fingu vit nakað, so var tað ein sukurmoli ella kanska ein smákaka. Vit blivu altíð væl móttikin, men vit fóru nokk ikki inn allastaðni, men hildu okkum burtur frá húsum, sum søgdust ikki vilja hava grýlur.
Vit eiga eina mynd frá umleið mitt í 60'unum frá einum av okkara grýlutúrum. Har eru Jona, Malan, eg, Elsa og Gerda. Um nakar av okkum á myndini er í gekkaskortinum, sum er varðveittur síðani tá, veit eg ikki. Skorturin er sera skroypiligur og við at detta sundur, so nú kann hann bara brúkast sum minni og savnsgripur.

:) Kristina Christiansen
Aftur til Jólakalendaran