Lúka 9

Anders And søgur í havragrýnspakkum

Anders And søgur í havragrýnspakkum

Tá vit gingu í skúla í 60'unum, var morgunmatarfríkorter kl. 9.50 til 10.10. Vit búðu so nær við skúlan, so vit fóru til hús at eta havragreyt ("Eg hugdi við longum eygum at matpakkunum hjá hinum børnunum, tí mær dámdi ikki havragreyt," fortelur Marin 😂) Vit vóru sera røsk at eta havragreyt, tí í pakkunum lá ein lítil Anders And-søga. Søgurnar hava ligið væl goymdar øll hesi árini í einum sigarkassa, sum er frá tí tíðini, tá tað hoyrdi til vanligan blíðskap at bjóða gestum sigar.

Systkini við Sjógv 50
Aftur til Jólakalendaran